Ring á 31 36 66

STARVSLÝSING

02. desember 2025

Vit leita eftir bilsmiði

Vit sóknast eftir einum dugnaligum bilsmiði at hava ábyrgdina av einum av okkara bilmerkjum.


Brennur tú fyri bilfakinum, og sært tú nýggjar uppgávur sum spennandi avbjóðingar, so er tað kanska júst tær, vit leita eftir.


Vit vænta, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og avgreiða uppgávur við tíðarfreist. Tú mást hava lætt við at seta teg inn í nýggjar telduskipanir, og mest av øllum vænta vit, at tú altíð kýtir teg at veita okkara kundum so góða tænastu sum gjørligt.


Vit bjóða eitt spennandi starv í eini vinnu, sum stendur fyri eini tí størstu broytingini í nýggjari tíð. Talan er um fulltíðarstarv, sum verður lønt sambært avtalu. Starvið verður sett skjótast gjørligt.


Hevur hetta tín áhuga, kanst tú senda Karl Magna Hammer, verkstaðsleiðara, eina umsókn á [email protected] í seinasta lagi fríggjadagin 19. desembur 2025. Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú ringja til Karl Magna á tel. 26 36 04.


Vit gleða okkum at frætta frá tær.

GG: Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.