
Goymslan
WAAG hevur stóra eykalutagoymslu við eykalutum og eykaútgerð til bilmerkini, vit umboða. Er vøran ikki á goymslu, klára vit sum oftast at hava vøruna heima eftir 14 døgum.
Umframt eykalutir og útgerð til bilin selur goymslan aðrar vørur frá okkara veitarum, eitt nú reingerðarvørur, klæðir, keppar, ur, luktilsi, leikur, bilstólar og nógv annað. Á yvirlitinum niðanfyri sært tú vørurnar, vit hava á goymslu.
Hevur tú spurningar um eykalutir, eykaútgerð, dekk ella aðrar vørur, kanst tú altíð seta teg í samband við okkara starvsfólk á goymsluni. Hygg framvið undir Krákugjógv 19 ella ring 31 36 66.
Goymslan er opin mánadag til fríggjadag kl. 8:00 – 16:10.
Dekk & felgur
WAAG umboðar dekkmerkini Vredestein, men vit kunnu eisini skaffa onnur merkir, gjørnum okkara veitarar. Vit hava stóra dekkgoymslu, og eiga altíð tær mest vanligu støddirnar á goymslu. Eiga vit ikki tína stødd á goymslu, so bíleggja vit hana fegin heim. Harumframt hava vit helst bestu dekkprísir í landinum.
Hevur tú spurningar um dekk ella felgur, eru okkara starvsfólk á goymsluni klár at hjálpa. Kom framvið Undir Krákugjógv 19 ella ring 31 36 66.
Tá tú keypur nýggj dekk frá okkum, eru áseting altíð við í prísinum.
Starvsfólk
Beinleiðis samband við starvsfólk okkara á Goymslu (+298) 36 36 75

Torkil Vinther Lindenskov
Goymsluleiðari

Rógvi S. Justesen
Goymslufólk

Karina Muller
Goymslufólk

Kristin Oluf Múller
Goymslulærlingur

Finn okkum
Goymslan heldur til í bygninginum hjá WAAG, Undir Krákugjógv 19, við Oyggjarvegin í Havn.