Um Waag
WAAG er bilasøla við framkomnum verkstaði, sum umboðar bilmerkini Mercedes-Benz, Hyundai, Nissan og Mitsubishi.
Upprunin til fyritøkuna var P/F Ivan Johansen, sum varð stovnað fyrst í 1970-árunum, men um aldaskiftið skifti fyritøkan eigarar og hevur síðan ment seg til størstu bilasølu í landinum.
Í 2013 var tíðin komin til at skifta samleika og modernisera fyritøkuna munandi. Mánadagin 4. februar 2013 fekk fyritøkan navnið P/F WAAG og læt upp í nýggjum og stásiligum hølum á Hoyvíksvegi 63, har fyritøkan eisini hevði hildið til frammanundan.
Tann støðugi vøksturin síðan aldarskiftið hevði við sær, at hølini á Hoyvíksvegi gjørdist ov lítil. Í 2023 keypti WAAG bilasøluna Auto Service, og seinni sama ár flutti WAAG inn í hølini, har Auto Service fyrr helt til, við Oyggjarvegin í Havn. Her halda bilasølan, verkstaðið, goymslan og umsitingin hjá WAAG til í dag.
Harumframt hevur WAAG stórt dekk- og plátuverkstað á Hjalla.
Um 40 fólk eru í føstum starvi hjá WAAG, og vit arbeiða støðugt við at menna fyritøkuna til møta teimum tænastukrøvum, sum nútíðin og kundarnir seta.
VIRKISKUNNING
Pf. WAAG
Undir Krákugjógv 19
Postboks 3205
FO-100 Tórshavn
Tel. (+298) 31 36 66
Teldupostur: [email protected]
V-tal: 555 908
BANKAKONTI
Betri: 9181 – 275.492.6
Bank Nordik: 6460 – 159.412.7
Finn okkum
Mekaniska verkstaðið heldur til í bygninginum hjá WAAG, Undir Krákugjógv 19, við Oyggjarvegin í Havn.