Ring á 31 36 66

Top karakter til Mercedes-Benz í tryggleika

02. mai 2025

Vit hjá WAAG eru errin av at kunna boða frá, at Mercedes-Benz vørubilarnir – Citan, Vito og Sprinter – hava fingið hægsta tryggdarkarakterin ‘Platinum’ í Euro NCAP royndunum fyri 2024. Hetta er ein framúr góðkenning av, at hesir bilarnir eru millum teir tryggastu vørubilarnir, ið fáast á marknaðinum í dag.
Mercedes-Benz stendur á odda innan trygd við framkomnum førarahjálparskipanum (ADAS), sum vit annars bert síggja í persónbilum. Hetta eru bilarnir, ið veruliga seta standardin fyri, hvussu arbeiðsbilar skulu tryggja bæði førara og ferðandi – og ikki minst onnur í ferðsluni.

Trygdin testað og góðkend – og meira enn tað

Euro NCAP hevur serligar treytir fyri arbeiðsbilar og krevur nógv meira enn vanligt. Við nýggju testreglunum frá 2023 hava tey serliga hugt at tøkni sum neyðbremsiskipanum og lineassisten, har Mercedes-Benz stendur seg sera væl.

Mercedes-Benz yvirheldur ikki bara nýggju trygdarkrøvini frá ES (GSR2), sum komu í gildi í juli 2024 – teir fara eisini longur! Við skipanum sum automatiska neyðbremsu, fyribyrgjandi samanstoyt og adaptivan fartpilot, eru hesir bilarnir gjørdir til at forða fyri óhappum, serliga tá ferðslan er krevjandi.

Trygd hevur altíð verið ein partur av DNA’inum

Søgan hjá Mercedes-Benz innan trygd byrjar longu í 1978, tá fyrsta ABS-bremsuskipanin varð víst fram – eitt stig, sum broytti bilin sum vit kenna hann. Síðani hevur Mercedes-Benz hildið fram við at menna skipanir sum Attention Assist, Blind Spot Assist og bakkikamera – og tey eru altíð eitt fet frammanfyri.

Vit hjálpa tær víðari

Ert tú klár/ur at taka næsta stigi við tíni fyritøku?

Vit hjá WAAG eru Mercedes-Benz veitarir í Tórshavn, og okkara sølufólk hava serkunnleika innan arbeiðsbilar. Vit hjálpa tær at finna júst tann bilin, ið hóskar best til tín tørv – um tú arbeiðir við flutningi, tænastum ella handverki.

📞 Ring til okkara í dag fyri eina óbindandi samrøðu  36 36 66 – vit hjálpa tær trygt á mál!

Finn Baldvinsson

Sølumaður

Óli Edvard Olsen

Sølumaður

Fríði á Borg

Sølulærlingur

Tíðindir