
Sølulærlingur til WAAG
(Sølufólk)
Vit leita eftir einum dugnaligum lærlingi at gerast partur av okkara toymi.
Sum lærlingur hjá WAAG verður tú partur av eini fyritøku í stórari menning, har uppgávurnar fevna breitt og tú fert at starvast tætt saman við hinum starvsfólk- unum á deildini.
Arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar, og umframt vanligar fyrifallandi uppgávur, sum eru knýttar at eini bilasølu, fert tú m.a. at læra nógv um:
• sølu og tænastu,
• mannagongdir viðvíkjandi bilasølu,
• viðurskiftir viðvíkjandi innflyting og skráseting av bilum og
• bilar sum heild.
Hvat vænta vit av tær?
Vit vænta ikki, at tú hevur vitan ella royndir innan økið, áðrenn tú byrjar – tað skalt tú læra, meðan tú ert hjá okkum. Tað, vit vænta av tær, er:
• at tú møtir væl upp,
• at tú ert áhugað/-ur í at læra, og
• at tú ert tænastusinnað/-ur.
Um útbúgvingina
Heitið á útbúgvingini er “Skrivstovufólk við sergrein innan fyrisiting”. Útbúgvingin varir í mesta lagi fýra ár, og upptøkukravið er í minsta lagi 9. floks prógv. Hevur tú miðnámsútbúgving frammanundan, styttist longdin á útbúgvingini. Við búskaparbreyt verður hon tvey ár, við øðrum miðnámi hálvt triðja ár og við FHS trý ár. Skúlagongdin í sambandi við lærutíðina fer fram á Glasi í Havn.
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.. Lønarviðurskiftini eru sambært galdandi sáttmála hjá Samverki (Lønarbólkur 3: Lærlingar).
Vilt tú vita meira?
Vilt tú vita meira um læruplássið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Elin Christiansen á tel. 214893 ella á [email protected].
Umsóknarfreist
Freistin at søkja er fríggjadagin 20. mars 2026.
Umsókn við avritum av prógvum og møguligum øðrum viðkomandi skjølum skal sendast á [email protected]. Til ber eisini at útfylla formularin niðanfyri.
GG. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
UM WAAG
WAAG telist millum størstu bilasølur í landinum og umboðar merkini Nissan, Mercedes-Benz og Hyundai. Umframt søluvirksemið hevur WAAG virksemi innan mekaniskt verkstað, dekk- og plátuverkstað, goymslu og leigubilar.
WAAG heldur til undir Krákugjógv í Havn og á Hjalla í Hoyvík. Um 40 fólk starvast hjá WAAG.
WAAG hevur stóran kundaskara – bæði tá ið talan er um sølu og um viðlíkahald – og okkara høvuðsmál er at veita okkara kundum so góða tænastu sum gjørligt.