Ring á 31 36 66

Dagført: 16.01.2025

Politikkur um persónsupplýsingar

Hesin politikkur ásetir, hvussu P/f WAAG viðgerð persónsupplýsingar í sambandi við málsviðgerð, sum liður í vanliga virksemið okkara og vitjan á heimasíðu okkara. Talan er um persónupplýsingar um viðskiftafólk og samstarvspartar.

WAAG viðgerð einans neyðugar upplýsingar til at røkka omanfyri nevndu endamálum. Okkara tørvur á at viðgera upplýsingar, er grundaður á tænastuna, sum viðskiftafólk ella samstarvspartar umbiðja frá okkum.

Tá vit viðgera persónupplýsingar, leggja vit stóran dent á einans at viðgera upplýsingar, sum eru viðkomandi og neyðugar í mun til endamálið. Upplýsingarnar verða altíð viðgjørdar lógliga, rímiliga og á ein gjøgnumskygdan og sakligan hátt.

Dátaábyrgdari er

P/f WAAG, skrás.nr. 4328.

Undir Krákugjógv 19

FO-100 Tórshavn

Tlf. +298 316666

T-postur [email protected]

Heimasíða www.waagbilar.fo

Viðgerð av persónupplýsingum

WAAG er dátuábyrgdari, tá vit viðgera mál vegna viðskiftafólk og samstarvspartar, sum er vanligt virksemi, sum hevur við bilasølu og bilumvælingar at gera. Sum dátuábyrgdari eru vit varug við, at vit viðgera hesar upplýsingar í trúnaði og samsvarandi teimum, til eina og hvørja tíð, galdandi krøvum og lógum – herundir trygdarkrøvum um vernd av persónupplýsingum. Sama er galdandi fyri aðrar persónar, sum hava tilknýtið til tænastuna. Vit viðgera ikki viðkvæmar upplýsingar og ikki upplýsingar um møgulig revsiverd viðurskifti.

Viðskiftafólk okkara vera skrástt skrásett í okkara telduskipan. Vanligt er neyðugt at innheinta navn, adressu, teldupostadressu og telefonnummar. Okkara viðgerð av persónupplýsingum er heimilað á at viðskiftafólkið hevur givið sítt samtykki.

Tá vit veita tænastur fyri viðskiftafólk okkara, verður eitt mál stovnað í skipan okkara. Vit brúka persónupplýsingarnar til at samskifta við viðskiftafólkið og til at viðgera málið annars. Eisini kunnu upplýsingarnar nýtast til skráseting hjá almennum myndugleikum og stovnum, sum liður í málsviðgerðini.

Upplýsingar vera sum meginregla innsavnaðar frá viðskiftafólki okkara, fyri at kunna avgreiða tænastuna, sum er umbiðin. Í øðrum førum verða upplýsingarnar tó innsavnaðar frá øðrum pørtum í málinum, so sum almennum myndugleikum, fíggingarstovnum, tryggingarfeløgum v.fl., men eftir avtalu við viðskiftafólki.

Ert tú viðskiftafólk hjá okkum, vil okkara viðgerð av persónupplýsingum sum útgangsstøði vera grundað á § 8, stk. 1, nr. 2, í dátaverndarlógini, nevniliga, at vit hava gjørt eina avtalu við teg um eina tænastu.

Vit burturbeina persónsupplýsingar, tá vit ikki longur hava tørv á at viðgera tær. Vit goyma ikki frumrit vegna viðskiftafólk, men útflýggja viðskiftafólki øll frumrit. Allar goymdar upplýsingar, verða slettaðar, sum útgangsstøðið í seinasta lagi eftir 5 árum. Tá málið endar mótvegis viðskiftafólki eru sostatt ongar persónupplýsingar tøkar, uttan í telduskipan okkara, og hava vit ikki persónupplýsingar í fysiskari varðveitslu, tá málið er endað.

Í sambandi við varðveitslu skula vit taka atlit til rættarligar skyldur hjá okkum ímun til m.a. lóggávuna um dátavernd, bókhald og fyrning.

Upplýsingar, sum vit móttaka

Allir upplýsingar, sum vit, sum dátaábyrgdari, móttaka verða viðgjørdar í trúnaði. Sum útgangsstøði verða persónsupplýsingar tískil ikki víðarigivnar til 3. mann. Sum liður í málsviðgerðini hjá okkum fyri viðskiftafólk kunnu upplýsingarnar verða deildar við myndugleikar, tryggingarfeløg og peningastovnar.

Vitjan á heimasíðu okkara

Heimasíða okkara www.waagbilar.fo nýtir cookies. Tó er tín nýtsla á heimasíðu okkara dulnevnd. Vit skráseta ongar upplýsingar, sum kunnu brúkast til at eyðmerkja teg sum persón, uttan so at tú sjálv/ur skrásetur tínar upplýsingar og harvið loyvir okkum at goyma navn, telefonnummar, teldupostbústað, e.l.

Við at tilmelda teg til tíðindabræv verður teldupostbústaður tín lagdur í listan yvir tey, ið kunnu fáa boð umvegis teldupost, sum kunnu innihald upplýsingar um handils- ella lýsingartilfar, sum viðkemur hesi heimasíðu/tænastu. Í hesum føri vera upplýsingar sum navn og teldupostur skrásett.

Greinar á okkara heimasíðu kunnu innihalda tilfar (embed) frá øðrum síðum ella veitarum (filmar, myndir, osfr.). Tilfar frá øðrum heimasíðum uppførir seg á sama hátt, sum var tann vitjandi á hesum heimasíðum. Hesar heimasíður kunnu heinta upplýsingar um teg, brúka farspor, brúka sporing (tracking) frá triðjaparti, og hyggja eftir hvussu tú brúkar teirra tilfar á hesi síðu. Umframt hetta, ber í summum førum til at spora hvussu tú nýtir teirra tilfar, á okkara síðu, um tú hevur ein brúkara, ella er innritaður á teirra heimasíðu.

Um tú uppsendur myndir til okkara heimasíðuna, skalt tú helst uppsenda myndir uttan staðfestingsupplýsingar (EXIF GPS).

Allir upplýsingar og data á okkara heimasíðu verða hýst hjá Kinsta í London. Til ber at lesa um trygdina hjá Kinsta her: https://trust.kinsta.com/

Um tú hevur ein brúkara á hesari heimasíðuni, ella hevur teknað teg til eitt tiltak ella líkanndi, kanst tú umbiða at fáa tínar upplýsingar rættaðar ella útvegaðar. Tú kanst eisini umbiða, at vit strika allar upplýsingar vit hava um teg. Hetta er tó ikki írokna teir upplýsingar, ið vit eru forplikta at goyma, av umsitingar-, lógar- ella trygdarávum.

Google Analytics er ein netgreiningatænasta, sum er útvega av Google Inc. (“Google”). Google brúkar upplýsingar ið teir savna, at spora og greina brúkið av hesi heimasíðu, fyri at gera frágreiðingar um hendingar á síðuni, og deila tær við aðrar Google tænastur. Google kann brúka hesar upplýsingar, at síggja samanhang og persónliggera lýsingar á sínum egna lýsingarplatformi. Persónligir upplýsingar ið teir kunnu savna: Farspor og upplýsingar um brúk.

Facebook “Dáma”-knøtturin og “Social Widgets” eru tænastur, ið loyva samanspæl í millum hesa heimasíðu og sosiala miðilin hjá Facebook Inc. Persónligir upplýsingar sum teir kunnu savna: Farspor og upplýsingar um brúkbrúksmynstur.

Vit hvørki selja ella geva víðari persónligar upplýsingar til triðja partar, uttan so at tænastan, tú umbiður, krevur tað.

Tíni rættindi

Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.

Tú brúkar tíni rættindir við at senda okkum eina umbøn, sum verður svarað skjótast gjørligt, og í seinasta lagi 4 vikur eftir, at hon er móttikin. Um serstøk viðurskifti, so sum nøgd og torleiki gera, at tað er ógjørligt at svara umbønini innan 4 vikur, kann tíðarskeiðið leingjast við 8 vikum. Tú fært boð frá okkum, um freistin verður longd, og tá umbønin er svarað.

Klaga

Um tú ert ónøgd/ur við, hvussu vit viðgera tínar persónupplýsingar, og um úrslitið av tíni áheitan til okkara ikki var nøktandi, kanst tú klaga til: Dátueftirlitið, Heiðavegur 25, FO-600 Saltangará, Tel +298 309100, T-post [email protected].

Les meira um datatrygd her:

https://cloud.google.com/privacy/gdpr