

Ein lítil, rúmligur og smartur elbilur
Nýggi MICRA er ein lítil og sera rúmligur elbilur, sum hóskar perfekt til tey, sum ikki hava tørv á alt ov nógvum plássið, men tó ynskja tað besta innan snið, tøkni, koyrieginleikar og trygd.
Nýggi MICRA hevur vakt stóran ans í bilvinnuni, og bleiv m.a. valdur til Ársins Bil í Danmark í 2026.
MICRA fæst við tveimum battarístøddum; 40 ella 52 kWh. Við einum 52 kWh battaríði kann hann koyra upp til 415 km upp á løðingina.
Útgávur
| Model | Drívmegi | HK | Gear | CO2 | Km/løðing | Orkuflokkur |
|---|---|---|---|---|---|---|
| MICRA Standars rækkevidde | el | 120 | Auto | 0g | 316 | |
| MICRA Udvidet rækkevidde | el | 150 | Auto | 0g | 415 |

Apple Carplay / Android Auto
Margmiðlar
MICRA er útgjørdur við nýggjastu tøkni, tá tað kemur til margmiðlar (Multimedia). Umframt framkomna Google tøkni, kanst tú para tína telefon (Android Auto ella Apple Carplay) við bilin, og tú kann nemt stýra skipanum á telefonini, 13,2″ Touch-skerminum, sum MICRA er útgjørdur við.
Umframt tráðleysa løðing frammam, fæst MICRA við USB-stikkum framman og aftan, so til ber hjá øllum í bilinum at løða sínar telefonir o.a.
ProPILOT Assist / Intelligent Around View Monitor
Trygdarskipanir
MICRA er útgjørdur við trygdarskipanum, sum hjálpa tær at ferðast í ferðsluni, og sum økja um trygdina – bæði hjá tær, og teimum rundanum teg.
ProPILOT Assist hjálpir at halda frástøðu til bilin frammanfyri og Intelligent Around View Monitor vúsir myndir rundanum allan bilin, eitt nú tá tú skalt parkera.


Upp til 415 km upp á løðingina
100 % EL
MICRA fæst við tveimum ymiskum battarístøddum; 40 kWh og 52 kWh, sum koyra ávíkavist 316 og 514 km upp á løðingina.
Báar battarístøddirnar kunnu løða frá 15 % til 80 % upp á bara 30 minuttir.
Stórt viðførisrúm
Lítil, men rúmligur
Við einum viðførisrúmið, sum rúmar heili 326 litrar, hevur nýggi MICRA tað størsta viðførisrúmið av øllum bilum í sínum klassa á marknaðinum.
Leggur tú baksetrini niður rúmar MICRA upp til 1106 litrar av viðføri.
Uttan er bilurin 1499 mm høgur, 3974 mm langur og 2020 mm breiður (uttan spegl).

ÚTGERÐSÚTGÁVUR
Nýggi MICRA fæst í tveimum ymiskum útgerðsútgávum; Engage og Advance. Her sæst hvat hvør útgerðsútgáva m.a. inniber.
Útgerðslistarnir eru vegleiðandi og fyrivarni verður tikið fyri broytingum og feilum.

MICRA Engage
Inniheldur m.a.:
- 18″ hjólskálir við stílreinum sniði
- 10″ Touch-Skerm við Apple Carplay og Android Auto
- Fult automatisk LED.forlyktir við fjarljós-assistent
- Møguleika fyri 11 kW AC- og 80 kW DC-løðing
- og nógv annað …

MICRA Advance
Inniheldur, umftamt Acenta, m.a.:
- Bakkikamera v/12 parkeringssensorum
- Google built-in (Navigation via Google Maps, Google Play og Google Assistant)
- Tráðleysa fartelefonløðing
- MULTI-SENSE-koyriinnstillingar við stemningsljósi
- og nógv annað …

Nissan persónbilar hava 3 ára fabriksgaranti – ella í mesta lagi til bilurin hevur koyrt 100.000 km.
Vit viðmæla altíð at lesa garantivegleiðingina, sum fylgir við, tá tú keypir ein nýggjan Nissan frá okkum.
Les meira um Nissan garanti HER.
WAAG+ Viðlíkahaldspakkin
- Tá tú keypir ein nýggjan bil frá okkum, ber eisini til at keypa ein WAAG+ Viðlíkahaldspakka.
- Í WAAG+ Viðlíkahaldspakkanum eru oljuskift, eftirlit, dagføringar, peruskift, og nógv annað íroknað, so tú sleppur undan at hugsað um viðlíkahaldskostnað í 2 ár.
- Við WAAG+ Viðlíkahaldspakkanum fært tú eisini eitt WAAG+ Viðskiftakort, og harvið fastan avsláttur av dekkum og allari orginalari eykaútgerð, sum tú keypir til bilin, í 5 ár.
- Tosað við sølumenn okkara um WAAG+ Viðlíkahaldspakka til tín bil.

NISSAN ÚRVAL
Onki úrslit
Eingin bilur at finna við valdu valmøguleikum. Royn eina aðra samanseting.
Søludeildin
Hevur tú spurningar um ein bil, ert tú vælkomin at seta teg í samband við sølumenn okkara.

Finn Baldvinsson
Sølumaður

Óli Edvard Olsen
Sølumaður