
Mercedes-Benz
EQA
EQA er minsti elbilur hjá Mercedes-Benz. Hjá teimum, sum ikki hava tørv á alt ov nógvum plássið, hóskar hann væl til bæði býðarkoyring og til longri túrari.
EQA fæst í tveimum ymiskum útgávum; 250+ AMG Edition, við einum 70 kWh battaríði og 190 hk, sum koyrir upp til 553 km upp á løðingina, ella 350 4MATIC AMG Edition, við einum 70 kWh battaríði og 292 hk, sum koyrir upp til 471 km upp á løðingina. Harumframt kanst tú frítt velja útgerð og útgerðapakkar til og frá, soleiðis at tú fært ein EQA, sum hóskar júst til tín tøvt.
Hóðast EQA er ein minni bilur, er hann sera rúmligur og hann er útgjørdur við nýggjastu Mercedes-Benz tøkni, sum ger hann bæði góðan og tryggan at koyra í.
Nøkur hæddarpunkt við EQA:
(Kunnu veljast til og/ella frá, alt eftir hvønn útgerðspakka bilurin hevur)

Digitalt Instrumentbrettið.

Burmester® Surround Sound.

Ymiskar stoff- og litsamansetingar.

“Mercedes-Benz ljós-logo í hurðum framman.

Ymiskar felgur.

Panoramatak.
EQA fæst í hesum litum:








Sum nakað nýtt, veitir Mercedes-Benz 5 ára (ella 200.000 km) garanti uppá allar elbilar – galdandi frá fyrsta skrásetingaregi.
Bilar, sum ikki eru eldrivnir, hava framvegis 2 ára garanti.
Vit viðmæla altíð at lesa garantivegleiðingina, sum fylgir við, tá tú keypir ein nýggjan Mercedes-Benz frá okkum.
Til ber at keypa longt garanti frá Mercedes-Benz – Garanti í upp til 10 ár, um tú ynskir tað.
Longt garanti – sonevnt Warranty Extention – verður bólkað í tvey: verksmiðjugaranti og framleinging.
Verksmiðjugaranti kanst tú keypa eina ferð, og tú kanst velja at leingja garantitíðina eitt, tvey ella trý ár.
Eftir hetta ber til at keypa sonevnda framleinging (prolongation), har ið tú leingir garantitíðina eitt ella tvey ár.
Bilurin kann vera fevndur av Warranty Extention í tíggju ár, ella til hann hevur koyrt 200.000 km. Warranty Extention skal vera samanhangandi, t.e., at longt garanti (verksmiðjugaranti ella framleinging) skal keypast, áðrenn tað galdandi garantitíðarskeiðið er lokið.
Starvsfólk okkara svara fegin spurningum um longt garanti.
Onnur Mercedes-Benz modellir:
Onki úrslit
Eingin bilur at finna við valdu valmøguleikum. Royn eina aðra samanseting.

SØLUDEILDIN
Hevur tú spurningar um ein bil, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við starvsfólk okkara á søludeildini.

Finn Baldvinsson
Sølumaður

Óli Edvard Olsen
Sølumaður

Niels Waag
Skráseting


