
Hyundai IONIQ 9 – ein elektriskur SUV við plássi til sjey ferðandi
Á Los Angeles Auto Show avdúkaði Hyundai nýggja IONIQ 9 – ein rúmligan, elektriskan 7-persóns SUV við einari koyrilongd upp á heili 620 km.
IONIQ 9, sum er bygdur á viðurkenda Electric-Global Modular Platform (E-GMP) hjá Hyundai, hevur tríggjar seturrøðir við plássi til sjey fólk. Flata gólvdesignið skapar eitt fleksibult og luftigt innandura, meðan útsíðan sameinir kraft og elegansu.
Við sínum málum – 5.060 mm í longd, 1.980 mm í breidd og 1.790 mm í hædd, og eini rúmligari akslafrástøðu upp á 3.130 mm – tryggjar IONIQ 9 eina rúmliga kabinu við nógvum komforti og plássi til øll í bilinum.
Battrípakkin á 110,3 kWh gevur eina koyrilongd upp til 620 km, og við 800 V skjótløðing kann batteriið fara frá 10% til 80% upp á bert 24 minuttir.
Rúmligt innandura
Innandura fæst við antin seks ella sjey setrum. Setrini í fyrstu og aðru røð kunnu leggjast heilt aftur og eru útgjørd við beinstuðli. Hyundai introduserar eisini eitt sokallað Dynamic Body Care-skipan, sum inniheldur eina Dynamic Touch Massage-funktión, ið ger hvørja ferð til eina luksusuppliving.
Harumframt bjóðar IONIQ 9 eisini nýmótans fleksibilitet og væl gjøgnumhugsað design. Setrini í aðru røð kunnu vendast móti triðju røð, og skapa soleiðis ein hugnaligan sosialan “zonu” – upplagt til familjuútferðir
Viðførisrúmið
Viðførisrúmið er imponerandi stórt. Við triðju setrøðini heilt feldari niður, rúmar tað upp til 1.323 litrar, meðan tað framvegis eru 620 litrar* tøkir, sjálvt tá allar tríggjar røðirnar eru í brúk. Afturat hesum er eisini pláss í framrúminum: upp til 88 litrar í RWD-útgávuni og 52 litrar í AWD-útgávuni.
Burðardyggar loysnir
Tilfarvalið í IONIQ 9 endurspeglar ábyrgdarfullu tilgongdina hjá Hyundai til burðardyggar loysnir. Kabinan er gjørd við Eco Process Leather, endurvunni PET, ull og bio-grundaðum tilfari sum TPO/PU-leðri, Bio PET/SUDE-teksti og Bio Paint. Sjálvt lakkeringin á bilinum er úr endurnýttum dekkaavfalli.
Aerodynamik
lág luftmótstøða upp á bert 0,259 Cd, tá ið talan er um variantin við digitalum síðuspeglum, dual-motion active air flap (AAF) og aerodynamiskum felgum, sum saman við fjaldum antennum skapa eina minimalistiska útsjónd, tryggjar framúr aerodynamik.
Framkomin ljós
Útvendis ljósini fevna um tey eyðkendu, parametrisku pixel-høvuðsljósini og eitt intelligent høvuðsljósaskipan (IFS – eisini kent sum Matrix-ljós), sum betrar um sýnið uttan at blenda mótkoyrandi ferðslu.
IONIQ 9 fæst í 16 ymsum litum og 7 innandura litum, so tú kanst laga bilin til tín egna stíl.
Lanseringin av IONIQ 9
Lanseringin av IONIQ 9 er væntandi at byrja í Korea og USA fyrra hálvár í 2025, við eftirfylgjandi levering til Evropa.