Ring á 31 36 66

GLC er aftur – nú 100% elektriskur

08. september 2025

Mercedes-Benz hevur avdúkað nýggja, lelektriska GLC, ein kraftmiklan og AI klókan SUV, har EQ-tøknin hjá Mercedes-Benz gongur hond í hond við komfort og fyrsta klassa snið. Sum ein framhaldandi menning av vælumtóktu GLC-røðini sameinar nýggja útgávan framkomna tøkni, imponerandi koyrieginleikar og luksus.

Við einari koyrilongd upp til 713 km er elektriski GLC gjørdur til at klára eisini longri túrar. Nýggja battarítøkni­n ger tað møguligt at løða til 303 km á bert 10 minuttir, eitt trygdartekn, sum gevur bæði effektivitet og frið í sinnið, tá tú ert á ferð.

Við serligum denti á effektivitet, koyrilongd og komfort, er nýggi GLC sniðgivin til at liva upp til tær høgu væntanirnar, sum fylgja við navninum Mercedes-Benz.

Nýggi GLC sameinar klassiskt Mercedes-Benz-útsjóndina við framtíðartøkni. Tann ikoniski fronturin er endurskapaður sum eitt hátøkni listaverk, prýddur við upp til 942 lýsandi punktum og einari upplýstari stjørnu í miðjuni.

SKY CONTROL panoramatalagið gevur eina heilt serliga uppliving, tí tað kann skiftast millum gjøgnumskygdari og óskyggnari. Um náttina umformar tað kabinuna til ein stjørnuhimal við 162 LED-stjørnum, sum skapa ein magiskan stemning.

Við sínum sterku linjum og kabinu við veganskari váttan fær GLC ein greiðan, markantan og framtíðartryggan samleiki. ein SUV, sum er líka so elegantur sum hann er nýskapandi.

Nýggi Mercedes-Benz GLC verður væntandi settur á marknaðin fyrst í 2026.

Høvuðspunkt – hetta kanst tú vænta av nýggja GLC:

  • Battaríkapasitetur: 94 kWh
  • Koyrilongd: upp til 713 km (WLTP)
  • Løðing: framkomið 800-volt system við skjótlløðing upp til 360 kW
  • Sleipar: væntað upp til 2.400 kg, perfekt til tyngri uppgávur
  • Lans­ering: fyrsta ársfjórðing 2026

Við tí framkomna fýrahjólstrekkinum 4MATIC, sum er útgjørt við einari nyskapaðari Disconnect Unit (DCU), bjóðar GLC eina nágreiniliga og smidliga koyriuppliving, eisini á kava og ísi. Tveir elektriskir motorar arbeiða óheftir av hvørjum øðrum, sum tryggja eina javna og støðuga kraftútbering undir øllum umstøðum.
Tann nýggi GLC er eisini útgjørdur við einari framkomnari bremsuskipan, sniðgivin til at geva førarinum eina álítandi kenslu. Antin tú bremsar við orkuendurvinning ella við vanligum bremsum, kennist tað altíð eins javnt og trygt. Skipanin hevur harumframt eina eyka tryggleiksfunktión, sum tryggjar, at bremsurnar altíð virka, eisini um ein feilur skuldi hent seg.

MBUX Hyperscreen: eitt talgilt meistaraverk

Kjarnin í kabinuni hjá nýggja GLC er tann kollveltandi MBUX Hyperscreen. Skíggin strekkir seg yvir heili 99,3 cm (39,1 tummar) og er tann størsti, sum nakrantíð hevur verið í einum Mercedes-Benz. Hann er meira enn bara ein skíggi, Tað er ein talgild uppliving, sum endurskapar samskiftið millum koyrara, ferðafólk og bilin.

Saman við nýggja sniðinum skapar hendan tøkni eina serliga kenslu av talgildu elegansu og eina marglætis kabinuuppliving. nýtslumótið er sniðgivið til at vera hugskygd, so tú lætt og trygt kanst røkka øllum funktiónum, uttan at missa fokus frá vegnum.


.

Komfort á S-Klassa støði

Inni í nýggja GLC fært tú eina komfort, sum er á sama støði sum flaggskipið hjá Mercedes-Benz S-klass. Við luft stoytdoyvara og bakhjólstýring, AGR-váttaðum setrum og ENERGIZING COMFORT-programmum verður luksus, vælvera og dynamisk koyring sameint í hvørjari ferð.

Trygdin er sjálvandi eisini í fremstu røð: MB.DRIVE nýtir framkomnar sensorar og kunstigt vitlíki til at stuðla í øllum koyrisituatiónum.

GLC hevur harumframt integrerað AI frá bæði Google og Microsoft beint í “infotainment-skipanina”. Nýggja ættarliðið av MBUX ger bilin til ein intelligentan samskiftispartnar, sum kann geva ítøkilig svar og minnast samanhang, næstan sum at tosa við ein vin.

Bygdur til kulda og gjøgnumtestaður í ekstremum treytum

Nýggi GLC hevur gjøgnumgingið eitt av mest krevjandi testprogrammum í bilheiminum. Í Arjeplog, norðara Svøríki, er bilurin testaður í kulda niður í -25°C. Og hann stóð seg sera væl – við støðugum styrki og betri trygd.

”Vores nye, elektriske GLC er en bil uden kompromis – og vi tester den også uden at gå på kompromis. Under vintertest i Sverige, demonstrerede vores nye, fuldt elektriske GLC dens pålidelighed og robusthed selv under meget svære forhold. Den repræsenterer innovation og kvalitet – et faktum, som vi har understreget i den skandinaviske vinter,”

Sigur Christoph Starzynski, Vice President Overall Vehicle Development & Integration, Mercedes-Benz Group AG.