
Ársins bilur 2026
Sjarma og prísur gjørdust avgerðandi, tá ársins bilur varð kosin í Danmark í síðstu viku. Á einum deildum 1. plássið endaðu Nissan Micra og Renault 5. Orsøkin til at hesir báir bilarnir deildu fyrsta plássið er, at bilarnir eru bygdir á sama platform – hóðast sniðið er ymiskt.
Nissan Micra og Renault 5 fingu 141 stig, Mercedes-Benz CLA, á 2. plássið, fekk 133 stig og Renault 4, á 3. plássið, fekk 111 stig.

Dómsnevndin gevur onga almanna grundgeving fyri avgerðini, men sagt var m.a. at: “Renault 5 og Nissan Micra er virkelig vellykkede elbiler, som også kører godt og på hver deres måde ser godt ud.”
Úrvalið av elbilum á marknaðinum veksur alsamt, og hjá WAAG gleðast vit sjálvandi um, at umboða bæði vinnarin og nr. 2 – umframt at vit, gjørnum WAAG Import, fara at selja bæði Renault 4 og 5 í nærmastu framtíð.









Ársins Bilur í Danmark verður kosin av Danske Motorjournalister, sum í ár taldi 21 limir í dómsnevndini.
Nýggi Nissan Micra er ávegis heim, og verður væntandi tøkur at síggja og royna, Undir Krákugjógv, seinni í desembur.
Kelda: FDM