Ring á 31 36 66

WAAG Import

26. september 2025

Vit hjá WAAG kunnu nú bjóða okkara kundum eina nýggja og spennandi tænastu WAAG Import. Hetta gevur tær møguleikan at keypa import bilar beinleiðis hjá okkum, við øllum tí tryggleikanum, sum fylgir við at velja eitt góðkent Mercedes-Benz umboð í Føroyum.

Trygd og álítandi vegleiðing

At keypa ein bil uttanlands kann tykjast einfalt, men óvissan er ofta stór: Hvat er støðan á bilinum? Er prísurin rættur? Hvussu skal eg bera meg at?
Við WAAG Import fært tú ein bil, sum longu er gjøgnumgingin og góðkendur á okkara verkstaði, áðrenn hann verður seldur. Vit hava eitt tætt samstarv við Mercedes-Benz Danmark og yvir 50+ ára royndir við okkara merki og hetta tryggjar tær eitt álítandi úrslit.

Bilar klárir á goymslu

Longu nú hava vit fingið fleiri Mercedes-Benz EQ bilar heim:

Finn tín næsta bil á netinum

Við okkara nýggju import-síðu waagbilar.fo/import kanst tú:


✔ Síggja, hvørjir bilar longu eru á goymslu í Føroyum.
✔ Hyggja eftir úrvalinum á okkara fjargoymslu.
✔ Lætt senda okkum ein fyrispurning um júst tann bilin, tú ynskir tær.

Við WAAG Import er tað lættari og tryggari enn nakrantíð at finna tín næsta bil – uttan óvissu, og við servitandi vegleiðing frá einum góðkendum umboði.

WAAG – Import. Tryggasta leiðin til tín nýggja bil.

Finn Baldvinsson

Sølumaður

Óli Edvard Olsen

Sølumaður

Fríði á Borg

Sølulærlingur