Ring á 31 36 66

Nýggi GLA Electric

21. august 2026

29. juli í ár hevði nýggi Mercedes-Benz GLA heimsfrumsýningin í Warszawa í Póllandi. Um ársskiftið vera fyrstu bilarnir væntandi á goymslu í Føroyum. Í fyrsta umfari verður bilurin at fáa í trimum útgávum: GLA 200 electric sum koyrir upp til 446 km upp á løðingina (WLTP), GLA 250+ electric sum koyrir upp til 656 km upp á løðingina (WLTP) og GLA 350 4MATIC electric sum koyrir upp til 642 km upp á løðingina (WLTP).

Við 800-volt-tøkni kann nýggi GLA løðast upp til 270 km (WLTP) eftir bert tíggju minuttum, meðan løðing frá 10 til 80 % tekur millum 20 og 22 minuttir.

Listaprísur (FO) fyri nýggja Mercedes-Benz GLA vera væntandi úr: 588.000 kr. v/MVG. (GLA200, við ADVANCED PLUS pakka og Metallakk)

Sermerkt snið

Mercedes-Benz GLA er sniðgivin til býðarlívið, við eyðkenniorðum sum Urban og Sport í fokus. Hetta sæst m.a. aftur í einum meira dynamiskum sniði, har bilurin er vorðin 20 millimetrar lægri, meðan aksul-frástøðan er økt við heili 61 millimetrum og frástøðan millum bakhjólinier økt við 31 millimetrum. Saman skapar hetta karmar um ein enn meira sportligan SUV, sum sambært Mercedes-Benz, er eitt fullkomið match til býarlívið.

Aftan fyri róðrið

Innan eru tað rúmd, tilfat og tøkni, sum gera nýggja GLA til nakað heilt serligt.

Bæði førari og ferðafólk hava fingið meira pláss, og nýggjar goymsluloysnir gera tað gjørligt at hava meira viðføri við. Viðførsirúmið rúmar heili 470 litaran, og saman við einum goymslurúmið framman, á 107 litrar, gevur hetta heili 517 litrar viðførisrúm. Við 4MATIC tøkni kannn Nýggi GLA sleipa upp til 2 tons v/bremsum.

MBUX Superscreen, sum røkkur tvørtur um alla kabinuna, er eitt av teimum heilt stóru hæddarpunktunum aftan fyri róðrið á einum GLA.

Heilin í bilinum er Mercedes-Benz-stýrisskipanin MB.OS. Við MBUX Virtual Assistant (sum er AI tøkni) kanst tú hava stuttar og longri samrøður við bilin. Tøknin minnist smálutir og nýtir nýggjastu røddartøkni. Tað gevur tær kensluna av, at samrøðan er við ein vælvitandi, veruligan persón.

Navigatiónin, sum er bygd á Google Maps og MBUX Surround Navigation, tryggjar eina góða vegleiðing í ferðsluni – eisini í óvæntaðum ferðslustøðum. Takk­að veri AI-tøkni hjá Google Cloud kann MBUX Virtual Assistant eisini svara nágreiniliga upp á spurningar um ferðamál, áhugaverd støð, tøkar løðistøðir, parkeringspláss og nógv annað. Alt verður gjørt lætt og elegant í einari náttúrligari samrøðu við bilin.

Standard- og eykaútgerð

Nýggi Mercedes-Benz GLA hevur eina rúgvu av standardútgerð, so sum: Progressive-designlinja, tjóvarípakka, komfortundirvogn, multifunkuróður í nappaleðri, kølaragrill v/ljós, komfortsetur, 10,35” Digitalan skerm og 18” Felgum v/AERO-coveri. Harumframt kemur stóra panoramatakið, sum gevur nógv ljós og eina kenslu av enn meira rúmd.

Er hetta ikki nokk, so gevur tann vælumtókta pakkaskipanina hjá Mercedes-Benz tær møgulleika at tillaga bilin, júst til tín tørv.  

Kelda: https://www.mynewsdesk.com/dk/mercedes-benz-danmark/pressreleases/alt-om-den-nye-mercedes-benz-gla-3459557

Finn Baldvinsson

Sølumaður

Óli Edvard Olsen

Sølumaður