Ring á 31 36 66

Smartur og rúmligur

Nýggi JUKE er ein lítil SUV, sum hóskar serliga væl til tín, sum vil hava ein ikki ov stóran, men rúmligan bil.

Útgávur

ModelBrennievniHKGearCO2Km/lOrkuflokkur
DIG-T 114 6MT AcentaBensin1146MT13317,2A+
DIG-T 114 6MT N-ConnectaBensin1146MT13316,9A+
DIG-T 114 7DCT AcentaBensin1147DCT13716,7A+
DIG-T 114 7DCT N-ConnectaBensin1147DCT13816,4A
DIG-T 114 7DCT TeknaBensin1147DCT13816,4A
DIG-T 114 7DCT N-SportBensin1147DCT14116,1A
DIG-T 143 4AMT AcentaBensin (hybrid)1434AMT10721,3A++
DIG-T 143 4AMT N-ConnectaBensin (hybrid)1434AMT10820,8A++

Apple Carplay / Android Auto

Margmiðlar

Juke hevur nýggjastu tøkni tá tað kemur til margmiðlar (Multimedia). Para tína telefon (Android Auto ella Apple Carplay) við bilin, og tú kann nemt stýra skipanum á telefonini, 13,2″ Touch-skerminum, sum Juke er útgjørdur við.

Umframt tráðleysa løðing frammam, fæst Juke við USB-stikkum framman og aftan, so til ber hjá øllum í bilinum at løða sínar telefonir o.a.

ProPILOT Assist /  Intelligent Around View Monitor

Trygdarskipanir

Juke er útgjørdur við fleiri trygdarskipanum, sum hjálpa tær at ferðast í ferðsluni, og sum økja um trygdina – bæði hjá tær, og teimum rundanum teg.

ProPILOT Assist hjálpir at halda frástøðu til bilin frammanfyri og Intelligent Around View Monitor vúsir myndir rundanum allan bilin, eitt nú tá tú skalt parkera.

Stórt viðførisrúm

Lítil, men rúmligur

Hóðast Juke er ein lítil bilur, er hann sera rúmligur og tað er tíðiligt at nógv orka er løgd í, at fáa so nógv goymslupláss sum gjørligt. Viðførisrúmið rúmar 422 ltr. og heili 1305 ltr., tá setrini aftan eru løgd niður.

Uttan er bilurin 1.593 mm høgur, 4210 mm langur og 1800 mm breiður (uttan spegl).

ÚTGERÐSÚTGÁVUR

Nissan persónbilar hava 3 ára fabriksgaranti – ella í mesta lagi til bilurin hevur koyrt 100.000 km.

Vit viðmæla altíð at lesa garantivegleiðingina, sum fylgir við, tá tú keypir ein nýggjan Nissan frá okkum.

Les meira um Nissan garanti HER.

WAAG+ Viðlíkahaldspakkin

  • Tá tú keypir ein nýggjan bil frá okkum, ber eisini til at keypa ein WAAG+ Viðlíkahaldspakka.
  • Í WAAG+ Viðlíkahaldspakkanum eru oljuskift, eftirlit, dagføringar, peruskift, og nógv annað íroknað, so tú sleppur undan at hugsað um viðlíkahaldskostnað í 2 ár.
  • Við WAAG+ Viðlíkahaldspakkanum fært tú eisini eitt WAAG+ Viðskiftakort, og harvið fastan avsláttur av dekkum og allari orginalari eykaútgerð, sum tú keypir til bilin, í 5 ár.
  • Tosað við sølumenn okkara um WAAG+ Viðlíkahaldspakka til tín bil.
Slag
SUV
7 Setur
100% el

Onki úrslit

Eingin bilur at finna við valdu valmøguleikum. Royn eina aðra samanseting.

Finn Baldvinsson

Sølumaður

Óli Edvard Olsen

Sølumaður

Fríði á Borg

Sølulærlingur