
Mercedes-Benz
SPRINTER
Mercedes-Benz Sprinter fæst í tveimum útgerðspakkum; PRO og SELECT. Harvið fæst Sprinter við útgerð og tøkni, sum; MBUX multimediaskipan, MULTIBEAM LED-forlyktir, adaptivan fartpilot, speglpakka, leðurróður, oljufyr og nógv annað …
Í nýggjasta Euro NCAP-test, fær Sprinter – saman við Vito og Citan – hægstu trygdarviðurkenning; Platin. So óðansæð um talan er um parkering, býðarkoyring ella ella langar túrar millum bygd/by, hevur Sprinter skipanum, útgerð og snið, sum økja um trygdina. Hetta merkist eisini, tá talan er um koyrigleðina í einum Sprinter.
Nøkur hæddarpunkt við Sprinter:
(Kunnu veljast til og/ella frá, alt eftir hvønn útgerðspakka bilurin hevur)

MBUX multimedieskipan, Navigatión og Smartphone-integrationspakki.

LED High Performance forlyktir.

Ymiskt tilhoyr til læstrúm.

Digitalpakki v/digitalum bakspegli.

Upp til trý setur framman.

Parkeringspakki v/360° kamera.
Onnur kunning um Vito:
(Kann broytast, alt eftir hvørja útgávu talan er um)
MÁT O.A.
Mercedes-Benz Sprinter fæst í trimum ymsikum longdum; Kort, Lang og Ekstra Lang og í tveimum ymiskum hæddum; lágt tak og høgt tak.
| Stødd | Billongd (mm) | Bilhædd (mm) | Mest læst longd (mm) | Læst hædd (mm) | Læst rúmd (m3) | Læst vekt (kg) |
|---|---|---|---|---|---|---|
| Standard – lágt tak | 5935 | 2331 | 3270 | 1719 | 9,5 | 1297 |
| Standars – høgt tak | 3270 | 11 | ||||
| Lang – høgt tak | 6967 | 2616 | 4310 | 2009 | 14 | 1104 |
| Ekstra Lang – høgt tak | 7367 | 2613 | 4710 | 2009 | 15,5 | 1057 |
Sprinter fæst í hesum litum:

GARANTI
Mercedes-Benz vørubilar hava 2 ára fabriksgaranti – uttan mun til koyrdar kilometrar – galdandi frá fyrsta skrásetingaregi.
Vit viðmæla altíð at lesa garantivegleiðingina, sum fylgir við, tá tú keypir ein nýggjan Mercedes-Benz vørubil frá okkum.
Eins og við persónbilum ber, í summum førum, til at keypa longt garanti til tín vørubil.
Starvsfólk okkara svara fegin spurningum um garanti og/ella longt garanti.
Aðrir vørubilar
Onki úrslit
Eingin bilur at finna við valdu valmøguleikum. Royn eina aðra samanseting.
Søludeildin
Hevur tú spurningar um ein bil, ert tú vælkomin at seta teg í samband við sølumenn okkara.

Finn Baldvinsson
Sølumaður

Óli Edvard Olsen
Sølumaður
















