Ring á 31 36 66

Hyundai IONIQ 3

Ein lítil elbilur við stórari persónligheit

Hóast IONIQ 3 er ein lítil bilur, er plássið innan gagnnýtt til fulnar. Longda akslafrástøðan og serstaki E-GMP-platformurin, við flatum gólvi, geva meira pláss til bein og høvd – bæði hjá førara og ferðafólki.

Viðførisrúmið rúmar 322 litrar, og undir gólvinum er eitt eyka goymirúm (Megabox) upp á 119 litrar. Samanlagt gevur hetta 441 litrar av viðførisplássi.

Við IONIQ 3 verður nýggja infotainment-skipanin hjá Hyundai, Pleos Connect, tikin í nýtslu. Skipanin er grundað á Android Automotive OS (AAOS) og er ment, við tí fyri eyga, at geva brúkaranum eina einfalda og samanhangandi talgilda uppliving.

Umframt nýggju talgildu skipanina, hevur Hyundai valt at varðveita nakrar fysiskar knappar, millum annað til stýring av klimaskipan og ljóði í bilinum, tá hetta enn er nakað, sum fleiri bilførarar ynskja, fram um at alt verður stýrt á touch-skerminum.

IONIQ 3 fæst við tveimum ymiskum battarístøddum og í fimm ymiskum útgávupakkum; Select, Trend, Prime, N Line og N Line EVO.

Select og Trend fáast við battarístøddunum: Standard Range og Long Range, meðan hinar útgávurnar bert fáast við Long Range-battarí.

Standard Range hevur eitt 42 kWh battari, 147 hk og kann koyra upp til 344 km upp á løðingina. Long Range hevur eitt 61 kWh battarí, 135 hk og kann koyra upp til 496 km upp á løðingina.

IONIQ 3 fæst við tveimum battarístøddum

61 kWh

  • 135 Hk
  • Koyrir upp til 496 km upp á løðingina (WLTP).
  • Kann løða frá 10% til 80% upp á bara 30 minuttir (WLTP).
  • Fæst í útgávum: Select, Trend, Prime og N Line

Trend

42 ella 61 kWh battarí

Inniheldur, umframt Select, m.a.:

  • 10″ digitalt instrumentbretti
  • Android Automotive
  • Bluetooth
  • Klimaskipan
  • El síðuspegl v/hita
  • Blindvinkul sensorar
  • Parkeringssensorar framman og aftan
  • og nógv annað …

61 kWh battarí

Inniheldur, umframt Trend, m.a.:

  • 18″ alu-felgur
  • 360 kamera
  • Parkeringsassistent
  • Stemningsljós
  • Talg. lykil
  • BOSE Premium ljóðskipan
  • LED-ljós framman

Listaprísir

ModelÚtgávaDrívmegiGearKm/løðingListaprísur v/MVGListaprísur u/MVG
Standars Range
42.2 kWh 147 hkSelect100% ELAuto344329.000294.000
42.2 kWh 147 hkTrend100% ELAuto341349.000334.000
Long Range
61 kWh 135 hkSelect100% ELAuto496378.000343.000
61 kWh 135 hkTrend100% ELAuto487384.000349.000
61 kWh 135 hkPrime100% ELAuto479413.000378.000
61 kWh 135 hkN Line100% ELAuto451405.000370.000
61 kWh 135 hkN Line EVO100% ELAuto442425.000390.000

Fyrivarni verður tikið fyri avgjalds- og prísbroytingum.

HYUNDAI ÚRVÆL

Slag
100% el
SUV
Hatchback

Onki úrslit

Eingin bilur at finna við valdu valmøguleikum. Royn eina aðra samanseting.

Finn Baldvinsson

Sølumaður

Óli Edvard Olsen

Sølumaður