Ring á 31 36 66

Tá ið Carl Benz í 1885 sendi heimsins fyrsta motorrikna bil út á vegin at koyra, broytti hann ikki bara okkara máta at ferðast uppá, men eisini okkara hugsanarhátt.

Í dag – 141 ár seinni – gongur Mercedes-Benz við sama lag á odda í bilvinnuni, bæði tá ið ræður um snið, trygd, tøkni, eginleikar og nýhugsan.

Mercedes-Benz hevur eitt stórt úrval av bilum – bæði tá talan er um minni bilar til býarkoyring

ella størri bilar, sum bæði skal trekkja væl og sleipa nógv. Eisini tá talan er um EL er Mercedes-Bens millum førandi veitarar á marknaðinum.

Tú kann byggja tín Mercedes-Benz, soleiðis at hann passar júst til tín tørv, og frítt velja útgerð og útgerðarpakkar til ella frá.

Vit vegleiða og hjálpa fegin, at finna tann rætta Mercedes-Benz til tín.

Modellyvirlit:

Slag
100% el
SUV
7 Setur
Sedan
Stationcar
Hatchback

Onki úrslit

Eingin bilur at finna við valdu valmøguleikum. Royn eina aðra samanseting.

Sum nakað nýtt, veitir Mercedes-Benz 5 ára (ella 200.000 km) garanti uppá allar elbilar – galdandi frá fyrsta skrásetingaregi.

Bilar, sum ikki eru eldrivnir, hava framvegis 2 ára garanti.

Vit viðmæla altíð at lesa garantivegleiðingina, sum fylgir við, tá tú keypir ein nýggjan Mercedes-Benz frá okkum.

Til ber at keypa longt garanti frá Mercedes-Benz – Garanti í upp til 10 ár, um tú ynskir tað.

Longt garanti – sonevnt Warranty Extention – verður bólkað í tvey: verksmiðjugaranti og framleinging.

Verksmiðjugaranti kanst tú keypa eina ferð, og tú kanst velja at leingja garantitíðina eitt, tvey ella trý ár.

Eftir hetta ber til at keypa sonevnda framleinging (prolongation), har ið tú leingir garantitíðina eitt ella tvey ár.

Bilurin kann vera fevndur av Warranty Extention í tíggju ár, ella til hann hevur koyrt 200.000 km. Warranty Extention skal vera samanhangandi, t.e., at longt garanti (verksmiðjugaranti ella framleinging) skal keypast, áðrenn tað galdandi garantitíðarskeiðið er lokið.

Starvsfólk okkara svara fegin spurningum um longt garanti.

SØLUDEILDIN

Hevur tú spurningar um ein bil, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við starvsfólk okkara á søludeildini.

Finn Baldvinsson

Sølumaður

Óli Edvard Olsen

Sølumaður