Ring á 31 36 66

Lærupláss

25. januar 2024

Kom og lær til bilsmið.

Dámar tær at skrúva og dálka tær fingrarnar? Og kundi tú hugsað tær at gjørst partur av eini vinnu, sum stendur á gáttini til størstu broyting í nýggjari tíð? So er tað kanska júst tær, vit leita eftir.

Vit leita eftir tveimum lærlingum at byrja sum skjótast. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur koyrikort til persónbil, men ikki eitt krav.

Hevur tú spurningar, kanst tú ringja til Karl Magna Hammer, verkstaðsleiðara, á tel. 26 36 04. Umsókn o.a. skal sendast til [email protected].

Vit gleða okkum at frætta frá tær!

Samband

Pf. WAAG, Undir Krákugjógv 19, FO-100 Tórshavn.

Tel.: (+298) 31 36 66 – Teldupostur: [email protected]