Ring á 31 36 66

IONIQ 3 í finaluni um at gerðast “Car of the Year 2027”

13. november 2026

Nýggi Hyundai IONIQ 3 er millum finalistarnar til at gerðast ársins bilur í Europa 2027.

IONIQ 3 er sniðgivin og mentur við atliti til tørvin hjá nútímans brúkaranum. Millum hæddarpunktini við IONIQ 3 er langa koyrilongdin, góða plássið, framkomna tøknin og nútímans sniðið. IONIQ 3 er mentur og sniðgivin í Europa og framleiddur á Türkiye verksmiðjuni hjá Hyundai Motor í İzmit

Í alt sjey bilar kappast um at gerðast “The Car of the Year 2027”. Allir finalistarnir eru elbilar, og hetta er fyrstu ferð í søguni hjá evropeisku kappingini, at allir bilarnir í finaluni eru elbilar. Hetta endurspeglar støðugu elektrifiseringina av evropeiska bilmarknaðinum.

Umframt Hyundai IONIQ 3 eru BMW iX3, CUPRA Raval, Kia EV2, Renault Twingo, Volkswagen ID. Polo og Volvo EX60 millum finalistarnar.

Vinnarin av “The Car of the Year 2027” verður kunngjørdur tann 8. januar 2027 á bilaframsýning í Brússel.

Hyundai IONIQ 3 er komin til Føroyar og kann síggjast og roynast hjá okkum, Undir Krákugjógv 19, mána- til fríggjadag millum 8:00 og 17:00.

Um The Car of the Year
The Car of the Year er ein óheft evropeisk bilavirðisløn, sum varð sett á stovn í 1964. Ein altjóða dómsnevnd – við 64 motorkrønikuskrivarum úr øllum Evropa – metir um nýggju bilmodellini út frá ymiskum atlitum, eitt nú; snið, nýskapan, koyrieginleikar, virði fyri pengarnar og týdningin hjá bilunum fyri marknaðin. Við støði í metingunum hjá dómsnevndini verða finalistarnir valdir, áðrenn vinnarin verður kosin, við einari endaligari atkvøðugreiðslu.