Ring á 31 36 66

Vit víðka úrvælið av brúktum bilum. Sum nakað nýtt, eru vit farin í holt við at innflyta brúktar bilar – av teimum merkjunum vit umboða – til Føroyar.

Vit hava samstarv við veitarar uttanlanda, við nógvum royndum innan keyp og sølu av brúktum bilum – úr øllum Europa.

Niðanfyri síggjast Import bilarnir, sum vit hava á goymslu. Hevur tú okkurt annað ynski, leita vit fegin eftir rætta bilinum til tín. Hevur tú longu funnið bilin, samskipa vit fegin keyp, flutning, skráseting o.a. fyri teg.

Harumframt kunnu vit taka okkum av øllum viðurskiftum viðv. viðlíkahaldið, garanti, o.ø., sum tey bilmerkir vit longu umboða, hava at bjóða.

Tað er lætt og trygd at lata okkum flyta tín dreymabil heim til Føroyar.

WAAG Import bilar á goymslu

Hví velja okkum?

Seinastu árini hava vit upplivað ein vaksandi eftirspurning eftir innfluttum bilum. Og við okkara drúgvu royndum innan bilvinnuna, vita vit, at tú sum kundi leggur stóran dent á tryggleika.

Tá vit innflyta bilar – av teimum merkjum vit longu umboða – kunnu vit veita tær hendan tryggleika.

Allir bilar, sum vit innflyta til okkara goymslu, eru keyptir gjørnum góðkendum veitarar, og eru hesir bilar tí skrásettir í sonum skipanum, sum vit, sum góðkendur veitari, hava atgongd til.

Soleiðis tryggja vit tær, at tú fært øll tey rættindi, sum fylgja við, tá tú keypur ein bil frá okkum.

Harumframt vera allir bilar, sum vit innflyta, kannaðir á okkara verkstaðið, samstundis sum testari verður settur á, fyri at tryggja at allar tøkniligar skipanir eru dagførdar.

Vit kunnu bjóða:

  • AMBOÐ OG ÚTGERÐ: Vit hava alla neyðuga og góðkenda útgerð og amboð, sum skal til fyri at viðlíkahalda og umvæla bilar, av teimum merkjum vit umboða.
  • MEKANIKARAR: Vit hava mekanikara, sum javnan eru á skeiðum, fyri at vinna sær vitan innan nýggjastu tøkni og útgerð, sum tey bilmerkir, sum vit umboða, hava at bjóða.
  • SKIPANIR: Vit hava atgongd til skipanir hjá okkara veitarum, soleiðis at vit altíð kunnu útvega rættar upplýsingar um bilin, bíleggja orginalar eykalutir og -útgerð, kunnu avgreiða garantiarbeiði, dagføra skipanir í bilinum, o.s.fr.

Finn Baldvinsson

Sølumaður

Óli Edvard Olsen

Sølumaður

Fríði á Borg

Sølulærlingur

Lat okkum innflyta bilin

Hevur tú funnið ein bil, ella leitar tú eftir einum ávísum bili, sum tú kundi hugsað tær at innflutt til Føroyar, vilja vit fegin hjálpa tær við hesum.

Send okkum kunning um bilin, og vit bjóða tær inn til eitt prát, við ein av okkara sølumonnum.

Tað er ymiskt hvat ymisku bilmerkini veita, tá talan er um garanti. Vanliga hava nýggir bilar millum 2 og 5 ára fabriksgaranti. Flestu merkir veita 8 ára battarígaranti og enn longri rustgaranti.

Garantiði er altíð galdandi frá tí degi, bilurin er skrásettur fyrstu ferð.

Er influtti bilurin umfataður av garanti, og er talan um eitt merki vit longu umboða, fáa vit avgreitt alt garantiarbeiði hjá okkum.