
Hyundai INSTER kosin World Electric Vehicle 2025
Hyundai INSTER hevur júst vunnið heiðurin sum World Electric Vehicle 2025 á World Car Awards-handanini í New York, og hetta merkir fjórða árið á rað, at Hyundai vinnur eina av høvuðsheitunum á hesi altjóða virðislønarhandan.
Hetta er ein stórur heiður til nýggjasta elbilin hjá Hyundai – INSTER – sum er ein rúmligur og vælútgjørdur elbilur við upp til 370 km koyrilongd. Virðislønin varð handað í sambandi við New York International Auto Show, og dómsnevndin var samansett av 96 motorjournalistum úr 30 londum kring heimin. Hetta undirstrikar enn einaferð sterku støðuna hjá Hyundai á heimsins elbilamarknaði.
Hyundai hevur seinastu árini víst seg sum ein av fremstu bilframleiðarunum á altjóða pallinum. I fjør vann IONIQ 5 N heitið World Performance Car 2024, og bæði IONIQ 5 og IONIQ 6 hava vunnið trýfalt heiður í ávikavist 2022 og 2023.
Á føroyska marknaðinum hevur Hyundai INSTER longu gjørt um seg, fyri sína sterku samanseting av góðum prísi, dygd, komfort og góðum koyrieginleikum. Við hesum altjóða heiðri fær INSTER nú eisini eina alheims viðurkenning fyri síni tøkni og framúrskarandi evni.

Finn Baldvinsson
Sølumaður

Óli Edvard Olsen
Sølumaður

Fríði á Borg
Sølulærlingur