
Mercedes-Benz
Nýggi GLB EQ
Eisini nýggi Mercedes-Benz GLB EQ er nakað heilt serligt tá hugsað verður um nútímans bilar. Hann er útgjørdur við nýggjastu tøkni, sum ger bilin serliga tryggan og koyriupplivingina heilt framúr.
Nýggi GLB EQ er 100 % eldrivin. Hann hevur eitt 85 kWh battarí, og fæst við tveimum ymiskum útgávum; 250+ við 272 hk og eini koyrilongd á 631 km upp á løðingina ella 350 4MATIC við 354 hk og eini koyrilongd á 614 km upp á løðingina.
Eins og undarfarnir GLB er hesin serliga rúmligur, og fæst bæði við 5 ella 7 setrum. Tað er tíðiligt at allar detaljur í nýggja GLB eru gjølla gjøgnumhugsaðar – bæði tá hugsað verður um snið, útgerð, stødd, koyrieginleikar og trygd.
Vit fáa nýggja GLB á goymslu einaferð í vár, men bilurin kann longu nú byggjast og bíleggjast. Listaprísurin fyri nýggja GLB verður úr: 514.000 kr u/MVG (549.000 v/MVG)
Nøkur hæddarpunkt við nýggja GLB:
(Kunnu veljast til og/ella frá, alt eftir hvønn útgerðspakka bilurin hevur)

Digitalt Instrumentbrettið.

Multibeam Led lyktir.

Burmester® surround sound system.

Fæst við 7 setrum (2 setur á 3. seturrekkju).

Ymiskar felgur.

Ymiskar stoff- og litsamansetingar.
Nýggi GLB fæst í hesum litum:










Sum nakað nýtt, veitir Mercedes-Benz 5 ára (ella 200.000 km) garanti uppá allar elbilar – galdandi frá fyrsta skrásetingaregi.
Bilar, sum ikki eru eldrivnir, hava 2 ára garanti.
Vit viðmæla altíð at lesa garantivegleiðingina, sum fylgir við, tá tú keypir ein nýggjan Mercedes-Benz frá okkum.
Til ber at keypa longt garanti frá Mercedes-Benz – Garanti í upp til 10 ár, um tú ynskir tað.
Longt garanti – sonevnt Warranty Extention – verður bólkað í tvey: verksmiðjugaranti og framleinging.
Verksmiðjugaranti kanst tú keypa eina ferð, og tú kanst velja at leingja garantitíðina eitt, tvey ella trý ár.
Eftir hetta ber til at keypa sonevnda framleinging (prolongation), har ið tú leingir garantitíðina eitt ella tvey ár.
Bilurin kann vera fevndur av Warranty Extention í tíggju ár, ella til hann hevur koyrt 200.000 km. Warranty Extention skal vera samanhangandi, t.e., at longt garanti (verksmiðjugaranti ella framleinging) skal keypast, áðrenn tað galdandi garantitíðarskeiðið er lokið.
Starvsfólk okkara svara fegin spurningum um longt garanti.
Onnur Mercedes-Benz modellir:
Onki úrslit
Eingin bilur at finna við valdu valmøguleikum. Royn eina aðra samanseting.

SØLUDEILDIN
Hevur tú spurningar um ein bil, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við starvsfólk okkara á søludeildini.

Finn Baldvinsson
Sølumaður

Óli Edvard Olsen
Sølumaður

Niels Waag
Skráseting


