
Mercedes-Benz
CITAN
Citan er tann minsti vørubilurin hjá Mercedes-Benz. Citan fæst í tveimum útgerðspakkum; PRO og SELECT. Harvið fæst Citan við útgerð og tøkni, sum; LED High Performance forlyktir, MBUX multimedieskipan, tráðleys fartelefonløðing, tveimum ella trimum setrum á fremstu rekkju, Bakkikamera, hita í førarasetri, fartpilot, og nógv annað …
Eisini fæst Citan við eini rúgvu av útgerð og skipanum sum bæði økja um trygdina og koyrigleðina, so sum bakkikamera, parkeringshjálp, frástøðusensorum, o.a.
Nøkur hæddarpunkt við Citan:
(Kunnu veljast til og/ella frá, alt eftir hvønn útgerðspakka bilurin hevur)

MBUX multimedieskipan.

Parkeringshjálp.

Manuell ella automatisk gear.

LED High Performance forlyktir.

Trý setur framman.

Ymisk felgusnið.
MÁT O.A.
Mercedes-Benz Citan fæst í tveimum ymsikum støddum; Standard og Lang.
| Stødd | Billongd (mm) | Bilhædd (mm) | Mest læst longd (mm) | Læst hædd (mm) | Læst rúmd (ltr) | Læst vekt (kg) |
|---|---|---|---|---|---|---|
| Standard | 4498 | 1838 | 1806 | 1256 | 2517 | 496 |
| Lang | 4922 | 1838 | 2170 | 1256 | 3240 | 735 |
Citan fæst m.a. í hesum litum:

GARANTI
Mercedes-Benz vørubilar hava 2 ára fabriksgaranti – uttan mun til koyrdar kilometrar – galdandi frá fyrsta skrásetingaregi.
Vit viðmæla altíð at lesa garantivegleiðingina, sum fylgir við, tá tú keypir ein nýggjan Mercedes-Benz vørubil frá okkum.
Eins og við persónbilum ber, í summum førum, til at keypa longt garanti til tín vørubil.
Starvsfólk okkara svara fegin spurningum um garanti og/ella longt garanti.
Aðrir vørubilar
Onki úrslit
Eingin bilur at finna við valdu valmøguleikum. Royn eina aðra samanseting.
Søludeildin
Hevur tú spurningar um ein bil, ert tú vælkomin at seta teg í samband við sølumenn okkara.

Finn Baldvinsson
Sølumaður

Óli Edvard Olsen
Sølumaður







