
Bárður útlærdur
13. mars 2026
Í sambandi við, at Bárður Jonvardsson Hellisdal hevur lokið sína útbúgving sum Bilsmiður, varð í morgun skipað fyri prógvhandan, við hugnaløtu og morgunmati hjá WAAG.
Vit ynskja Bárði hjartaliga til lukku við útbúgvingini og gleðast um at hann heldur fram í starvið hjá okkum.
Á myndini síggjast Bárður Jonvardsson Hellisdal, nýútbúgvin bilsmiður, og Karl Magni Hammer, Verkstaðsleiðari hjá WAAG.