Ring á 31 36 66

Hvat merkja ávaringarljósini í bilinum?

29. september 2025

Kanska hevur tú eisini roynt, at eitt ljós brádliga byrjar at lýsa á instrumentbrettinum?
Nógvir bilførarar gerast ørkymlaðir, tá eitt reytt ella gult ávaringarljós tendrar. Tí spyrja teir seg sjálvar: Hvat merkir ljósið, nær skal eg steðga bilinum, og nær kann eg halda fram at koyra?

Ávaringarljósini eru ein máti, sum bilurin roynir at samskifta við teg á. Tá ljósið tendrar, vil bilurin boða frá, at okkurt er galið í einum av skipanunum – og tað vísir hann við at tendra eitt av ávaringarljósunum. Um tú ikki veit, hvat ymisku ljósini merkja, kann tað kennast ræðandi. Er talan um eina álvarsama feilmelding? Kann eg halda fram at koyra ella má eg steðga beinanvegin?

Ávaringarljósini kunnu broytast alt eftir bilmerki og modell, men øll akfør hava somu grundleggjandi ávaringarljós, tá tað snýr seg um motor og bremsur. Hetta eru vanliga álvarsamar villur, sum tú altíð skalt taka í størsta álvara og taka við uppá beinanvegin. Hini ikonini kunnu tó vera ymisk. Í brúkaravegleiðingini hjá bilinum finnur tú eitt yvirlit yvir øll ljósini, sum kunnu tendra – og á tann hátt fært tú nágreiniliga at vita, hvat einstøku ávaringarljósini merkja í júst tínum bili. Í nýggjari bilum við skíggja á instrumentbrettinum, verður tað ofta eisini forklárað við teksti, hvat er galið.

Vit hava gjørt eitt yvirlit yvir tey týdningarmestu og mest vanligu ávaringarljósini. Vit hava býtt tey upp í litirnar: reytt, gult og grønt/blátt – júst sum tú sært tey á instrumentbrettinum. Soleiðis veitst tú altíð, hvussu tú skalt taka við, tá eitt ljós tendrar. Vit eru heilt vís í, at tú kennir onkur av teimum aftur.

Reytt ljós – steðga bilinum!

Um eitt reytt ávaringarljós tendrar á instrumentbrettinum, skalt tú steðga bilinum og sløkkja motorin beinanvegin. Eitt reytt ljós merkir vanliga eina álvarsama villu, sum krevur samband við verkstað.

Um oljuljósið ella kølivæskuljósið tendrar, er tó ikki altíð neyðugt at ringja eftir veghjálp ella fara á verkstað beinanvegin. Tú kanst sjálvur fylla á veskurnar, men tað eigur at gerast skjótast gjørligt fyri at forða fyri skaða á motorin.

Gult ljós – ger eina ágerð

Eitt gult ávaringarljós merkir vanliga ein minni feil, men tað er framvegis ein trupulleiki, sum krevur ágerð. Um tú ikki gerst nakað við tað, kann tað við tíðini føra til størri skaðar. Tú kanst vanliga halda fram at koyra, men mælt verður til at bíleggja tíð á verkstaði skjótast gjørligt.

Um motorljósið tendrar, skal tað tó altíð verða viðgjørt eins og eitt reytt ljós. Tað krevur beinanvegin eina ágerð, tí tað kann merkja ein álvarsaman feil

Grønt ljós – praktisk kunning

Eitt grønt ella blátt ljós er vanliga ikki eitt “vandamikið” ljós, men skal heldur síggjast sum praktiska kunning. Tað kann t.d. merkja, at langljósið er tendrað, ella at bilurin boðar frá hálku á vegnum.

Tí eru grønu og bláu ljósini ikki neyðugvís ávaringarljós, sum tú skalt taka við uppá – tey eru fyrst og fremst til at geva tær viðkomandi kunning um koyringina.

Reyð ávaringarljós

Handbremsa

Um ljósið fyri parkeringsbremsuna tendrar, merkir tað, at handbremsan er sett. Hetta er serliga týdningarmikið at leggja til merkis, áðrenn tú byrjar at koyra, tí tað kann elva til álvarsligan skaða á bremsuskipanini, um tú roynir at koyra við henni tikinari. Tendrar hetta ljósið, skalt tú altíð tryggja tær, at handbremsan er fullkomiliga leyst, áðrenn tú setur bilin í rørslu.

Airbag

Um airbag-ljósið tendrar, kann tað merkja, at ein feilur er í airbaginum ella í trygdarbeltaskipanini. Í summum førum kann ljósið eisini tendra, um ein barnastólur er settur í framsæti. Um tað ikki kemst av einum barnastóli, skalt tú seta teg í samband við eitt verkstað fyri at fáa kanna møguligar villur í airbag-skipanini.

Battaríljós

Um tú koyrir í einum plug-in hybrid ella einum elbili, hevur tú kanska sæð hetta ljósið fyrr – tað vísir eitt bilbattarí. Tað reyða ljósið er tekin um, at ein feilur er við streymveitingini – t.d. at battaríið trekkir streym, men uttan at verða løtt. Ljósið plagar at tendra í displayinum, tá motorurin ikki koyrir. Men tað er ikki vanligt, at ljósið heldur áfram at lýsa, eftir at motorurin er startaður. Um tað hendir, eigur tú at fáa kanna battaríið og dynamoina á verkstaði. Um bilurin ikki verður kannaður, kann tað enda við, at hann brádliga ikki vil starta.

Hurðar-ávaring

Tú hevur helst sæð hetta ljósið fyrr. Tað reyða ljósið, sum vísir opnar hurðar. merkir, at ein ella fleiri hurðar ikki eru latnar rætt aftur. Um ljósið sæst í displayinum, skalt tú steðga bilinum beinanvegin og kanna, hvørjar hurðar ikki eru latnar aftur, áðrenn tú heldur fram at koyra.

Feilur á bremsunum

Tað reyða ávaringarljósið við einum útropsmerki í miðjuni kann merkja ymiskar villur í bremsuskipanini. Tað kann m.a. vísa, at tú ikki hevur loyst handbremsuna, áðrenn tú byrjaði at koyra. Hevur tú eina elektroniska handbremsu, verður ljósið vanliga merkt við einum ‘P’ í staðin fyri útropsmerkið. Um ljósið ikki stavar frá handbremsuni, kann tað merkja, at bremsuveska manglar ella at bremsuklossarnir eru slitnir. Í slíkum føri eigur bilurin at verða kannaður á verkstaði skjótast til ber.

Almenn ávaring

Ljósið við einum reyðum tríkanti við útropsmerki í miðjuni er eitt tekin um eina almenna ávaring, tí ikki allar villur og ávaringar hava sítt egna ikon. Hetta ávaringarljósið kann broytast frá bili til bil, men vanliga merkir tað ein minni feil. Í nýggjari bilum fylgir ofta ein tekstur við, so tú beinleiðis kanst síggja, hvat er galið. Um eingin tekstur kemur fram, skalt tú seta teg í samband við verkstaðið, so tey kunnu gera eina feilkanning av bilinum.

kølaraløgur

Um displayið vísir eitt reytt termometer, merkir tað, at motorurin er ov heitur, at tað manglar kølaraløgur, ella at motorurin ikki kølir, sum hann eigur. Ein ov heitur motorur er álvarsamur trupulleiki, sum kann geva stórar skaðar – og tað kann gerast dýrt at umvæla. Tendrar ljósið, skalt tú sløkkja motorin beinanvegin. Tá bilurin hevur fingið stund at køla av, kanst tú kanna, um ljósið er horvið. Vit mæla tó altíð til, at tú setur teg í samband við eitt verkstað skjótast gjørligt, so bilurin kann verða kannaður.

Reytt oljuljós

Um displayið vísir eitt reytt oljuljós, kann tað merkja, at oljutrýstið er ov lágt, at bilurin manglar olju, ella at oljan ikki verður pumpað runt. Vanligast er, at ljósið tendrar, tí bilurin manglar olju – hetta kanst tú tó sjálvur kanna. Royn oljustøðuna á bilinum (minst til at motorurin skal hava verið sløktur í uml. 10 min., um hann hevur verið tendraður). Um bilurin manglar olju, fyllir tú upp til “Max”. Starta síðani bilin og hygg, um ljósið er burturi. Um oljuljósið framvegis lýsir, skalt tú ringja eftir einum verkstaði.

trygdarseli – ávaring

Um ljósið vísir ein reyðan persón við trygdarbelti, merkir tað, at ein persónur situr í einum setri uttan at hava trygdarbelti á. Í summum bilum verður eisini ein ljóðávaring sett í gongd, sum heldur áfram, inntil trygdarbeltið er spent fast. Sensorarnir í setrunum kunnu eisini taka við, um tú hevur eina tunga vøru liggjandi á setrinum. Í slíkum føri mæla vit til, at tú leggur tað í viðførisrúmi, so ljósið ikki tendrar óneyðugt.

Gul ávaringarljós

ABS

Tað gula ljósið við tekstinum ‘ABS’ merkir, at bremsuskipanin ikki bremsar heilt niður, men uttan at hjólini blokkerast. Um ljósið tendrar, skalt tú seta teg í samband við eitt verkstað skjótast gjørligt, so bremsuskipanin kann verða kanna fyri møguligar villur. Vit mæla til, at tú koyrir varliga, inntil tú fært tíð á verkstaði.

Brennievni

Hetta gula ljósið við eini bensinpumpu hevur tú helst sæð áður. Tað merkir, at tú eigur at finna eina bensinstøð skjótast gjørligt, tí tangin er við at verða tómur. Tað er ymiskt frá bili til bil, nær ljósið tendrar, men vanliga kanst tú koyra uml. 50 km, áðrenn tangin er heilt tómur. Hevur tú gloymt, hvørja síðu tað ber til at fylla á? Í flestu bilum er ein lítíl pílur við síðuna av bensinpumpuni ið vísur, til høgru ella vinstru. Soleiðis veitst tú altíð, hvørja síðu tað er á.

Tokuljós, aftanfyri

Tú hevur helst sæð hetta ljósið fyrr. Ljósið vísir eitt gult ikon við bylgjulínum, og tað merkir, at aftara tokuljósið er tendrað. Tokuljós eru týdningarmikil í toku, tá ið tað regnar sera illa ella tá sýnið er sera vánaligt. Um veðurlíkindini eru góð, og eingin toka er, skulu tokuljósini vera sløkt, tí tey kunnu vera til ampa fyri aðrar bilførarar.

Service

Hetta ljósið boðar frá, at tíð er komin til eitt serviceeftirlit av bilinum. Tá ljósið tendrar, skalt tú bóka eina tíð á verkstaði.

Sprinklaraveska

Hetta gula ljósið boðar frá, at bilurin manglar sprinklaravesku. Tú skalt tí fylla á skjótast gjørligt. Tað er týdningarmikið at hava sprinklaravesku á bilinum, tí ein skitin fram- ella bakrútur kann minka um sýnið og gera koyringina vandamikla.

Dekktrýst

Hetta gula ljósið er eitt tekin um, at ein broyting er í dekktrýstinum. Hetta er sera vanligt eftir eitt dekk­skifti, men kann eisini vera ein áminning um, at eitt av dekkunum hevur ov lágt trýst. Hevur tú júst skift dekk, kanst tú endurstilla dekktrýstið í bilinum. Í summum førum kann eisini ein broytandi hitastøða ávirka málaran fyri dekktrýst.

Motorurin hitnar

Hetta ljósið sæst, tá tú tendrar bilin, og er eitt tekin um, at motorurin er í gongd við at hita upp. Ein dieselmotorur skal nevniliga hitna, áðrenn tú kanst byrja at koyra við bilinum.

EPS

EPS verður víst sum ein bilur við bremsusporum og kann koma fram, tá skipanin er virkin ella óvirkin. Um ljósið blinkar undir koyring, merkir tað, at bilurin hevur sett anti-spin-funkuna í gongd. Skipanin forðar bilinum í at missa hald ella glíða – hetta hendir serliga í ringum veðri, t.d. um tú kemur út í aquaplaning. Um ljósið lýsir støðugt, merkir tað, at anti-spin (EPS) er óvirki. Hetta kann koma av, at tú óvart hevur trýst á ein knøtt, ella at ein feilur er í skipanini. Um talan er um ein feil, mæla vit til at seta teg í samband við eitt verkstað.

Partikulfiltur

Hetta ljósið sæst bara í dieselbilum, hetta merkir, at partikulfilturið ikki virkar optimalt og tørvar reins. Ein dieselbilur hevur ikki gott av at koyra nógvar stuttar túrar. Hann hevur brúk fyri at verða ordiliga heitur, so partikulfilturið kann “blásast gjøgnum” og reinsast. Royn at koyra ein longri túr, uml. 40 minuttir. Um ljósið ikki hvørvur eftir tað, skalt tú seta teg í samband við eitt verkstað, so partikulfilturið kann reinsast fullkomiliga.

motorfeilur

Hetta gula ljósið vísir, at ein almennur feilur er í motorinum, og tí eigur tú at lata bilin verða kannaðan á verkstaði. Um tú bíðar ov leingi við at seta teg í samband við verkstað, kann feilurin gera størri skaða á bilin. Tú kanst tó vanliga halda fram at koyra, so leingi bilurin ber seg at, sum hann plagar.

Grøn/Blá ávaringarljós

Nærljós

Hetta ljósið vísir, at nærljósið/koyriljósið er tendrað. Flestu nýggjari bilarnir eru útgjørdir við automatiskum dagljósi (DRL – Daytime Running Light). Skipanin tendrar sjálv framljósini, tá tað er myrkt, og er tí sløkt um dagin. Vanliga fert tú at uppliva, at ljósið (og sjálv ljósini) tendra, tá tú koyrir gjøgnum tunnlar skrásetir broytingar í ljósinum.

Langljós

Um hetta ljósið tendrar í displayinum, er tað ein áminning um, at langljósið er tendrað. Langljós skulu einans nýtast, tá tað er sera myrkt, og eingin bilur koyrir undan tær ella ímóti tær, tí tey kunnu blenda aðrar bilførarar. Nýggjari bilar hava vanliga automatisk langljós. Hetta merkir, at skipanin sjálv skrásetir, nær tað er neyðugt at nýta langljós, og sløkkir tey sjálv, tá aðrir bilførarar eru nær.

Lane Assist

Nakrir bilar eru útgjørdir við trygdarskipanini Lane Assist. Ikonið kann hava ymiskar útgávur, men vísir, at skipanin hjálpir bilinum at halda seg á røttu koyribreytini. Um bilurin er á veg út av breytini uttan boð, kann skipanin sjálv taka yvir og stýra bilin varisliga aftur á røttu leið. Hetta sæst vanliga sum eitt lítið rist í rattinum, eitt ikon í síðuspegilinum og møguliga eisini ein ávarandi ljóð.

Úti­temperatur

Um tú hevur koyrt á køldum døgum, hevur tú helst sæð hetta ljósið. Tað ávarar um, at temperaturin úti nærkast frystipunktinum, og at vandi er fyri hálku og verri veg­haldi. Ikonið kemur vanliga fram, tá temperaturin er undir 4 stigum. Tá tað sæst í displayinum, er tað eisini eitt gott høvi at minnast til at bóka tíð til vetrardekk.

Karl Magni Hammer

Verkstaðsleiðari

Brandur Sørensen

Verkstaðsmóttøka

Simone Kronberg

Garanti

Jóhanna Stórhamar

Móttøkuleiðari (í farloyvi)

Maria Poulsen

Móttøkufólk