Ring á 31 36 66

19. september 2024

Í sambandi við at William Nolsøe, Sámal Gregoriussen og Brandur Sørensen hava lokið sína útbúgving sum bilsmiðir, varð í morgun skipað fyri morgunmati og prógvhandan hjá WAAG.

Vit ynskja teimum, enn einaferð, hjartaliga til lukku við útbúgvingini og fegnast um, at teir allir halda fram í starvi hjá okkum.

Á myndini síggjast Karl Magni Hammer, verkstaðsleiðari, William, Sámal og Brandur.