Ring á 31 36 66

Starvslýsing

01. mars 2024

STARVSFÓLK TIL GOYMSLUNA.

Kundi tú hugsað tær at starvast á goymsluni hjá okkum? So er tað kanska júst tær, vit leita eftir.

Vit søkja eftir einum starvsfólki til goymsluna at byrja, skjótast til ber. Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum verður lønt sambært avtalu – alt eftir útbúgving og royndum.


Er hetta nakað fyri teg, kanst tú senda eina umsókn til [email protected] í seinasta lagi fríggjadagin 15. mars 2024.


Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Torkil Lindenskov, goymsluleiðara, á telefon 563602.

Vit gleða okkum at frætta frá tær …

LÆRLINGUR TIL GOYMSLUNA.

Kundi tú hugsað tær at komið í læru á goymsluni hjá okkum? So er tað kanska júst tær, vit leita eftir.

Vit søkja eftir einum lærlingi til goymsluna at byrja, skjótast til ber. Útbúgvingin tekur millum tvey og fýra ár – alt eftir hvørja miðnámsútbúgving tú hevur frammanundan. Størsti parturin av útbúgvingini fer fram á goymsluni hjá okkum, men skúlagongd á Glasi er eisini partur av útbúgvingini


Er hetta nakað fyri teg, kanst tú senda eina umsókn til [email protected] í seinasta lagi fríggjadagin 15. mars 2024.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Torkil Lindenskov, goymsluleiðara, á telefon 563602.

Vit gleða okkum at frætta frá tær …