
Mercedes-Benz
GLA Electric (Ávegis)
Í 29. juli í ár hevði nýggi Mercedes-Benz GLA heimsfrumsýningin í Warszawa í Póllandi. Um ársskiftið vera fyrstu bilarnir væntandi á goymslu í Føroyum. Í fyrsta umfari verður bilurin at fáa í trimum útgávum: GLA 200 electric sum koyrir upp til 446 km upp á løðingina (WLTP), GLA 250+ electric sum koyrir upp til 656 km upp á løðingina (WLTP) og GLA 350 4MATIC electric sum koyrir upp til 642 km upp á løðingina (WLTP).
Við 800-volt-tøkni kann nýggi GLA løðast upp til 270 km (WLTP) eftir bert tíggju minuttum, meðan løðing frá 10 til 80 % tekur millum 20 og 22 minuttir.
Nýggi Mercedes-Benz GLA hevur eina rúgvu av standardútgerð, so sum: Progressive-designlinja, tjóvarípakka, komfortundirvogn, multifunkuróður í nappaleðri, kølaragrill v/ljós, komfortsetur, 10,35” Digitalan skerm og 18” Felgum v/AERO-coveri. Harumframt kemur stóra panoramatakið, sum gevur nógv ljós og eina kenslu av enn meira rúmd.
Er hetta ikki nokk, so gevur tann vælumtókta pakkaskipanina hjá Mercedes-Benz tær møgulleika at tillaga bilin, júst til tín tørv.
Nøkur hæddarpunkt við GLA Electric:
(Kunnu veljast til og/ella frá, alt eftir hvønn útgerðspakka bilurin hevur)

Digitalt Instrumentbrettið/skerm.

Ymiskar tilfar- og litsamansetingar.

Panoramatak.

LED-forlyktir.

Ymiskar felgur.

Ljós v/logo í speglum.
GLA Electric fæst í hesum litum:










Sum nakað nýtt, veitir Mercedes-Benz 5 ára (ella 200.000 km) garanti uppá allar elbilar – galdandi frá fyrsta skrásetingaregi.
Bilar, sum ikki eru eldrivnir, hava framvegis 2 ára garanti.
Vit viðmæla altíð at lesa garantivegleiðingina, sum fylgir við, tá tú keypir ein nýggjan Mercedes-Benz frá okkum.
Til ber at keypa longt garanti frá Mercedes-Benz – Garanti í upp til 10 ár, um tú ynskir tað.
Longt garanti – sonevnt Warranty Extention – verður bólkað í tvey: verksmiðjugaranti og framleinging.
Verksmiðjugaranti kanst tú keypa eina ferð, og tú kanst velja at leingja garantitíðina eitt, tvey ella trý ár.
Eftir hetta ber til at keypa sonevnda framleinging (prolongation), har ið tú leingir garantitíðina eitt ella tvey ár.
Bilurin kann vera fevndur av Warranty Extention í tíggju ár, ella til hann hevur koyrt 200.000 km. Warranty Extention skal vera samanhangandi, t.e., at longt garanti (verksmiðjugaranti ella framleinging) skal keypast, áðrenn tað galdandi garantitíðarskeiðið er lokið.
Starvsfólk okkara svara fegin spurningum um longt garanti.
Onnur Mercedes-Benz modellir:
Onki úrslit
Eingin bilur at finna við valdu valmøguleikum. Royn eina aðra samanseting.

SØLUDEILDIN
Hevur tú spurningar um ein bil, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við starvsfólk okkara á søludeildini.

Finn Baldvinsson
Sølumaður

Óli Edvard Olsen
Sølumaður

Niels Waag
Skráseting


