15.01.2019

WAAG Rental

WAAG Rental

WAAG hevur gjørt samstarvsavtalu - um bilaleigu - við Faris Car Rental. Hetta merkir at WAAG á Hoyvíksvegi og WAAG á Hjalla framyvir, bert fara at leiga bilar út í samband við verkstaðsvitjanir - tvs. tá kundar hava bil á verkstað hjá WAAG.

Faris Car Rental er eitt nýtt felag, sum frá 1. februar byrjar at leiga bilar út til ferðafólk, og onnur, sum ynskja at leiga bil í styttri ella longri tíðarskeið. Faris Car Rental fer at halda til í hølinum á Leitisvegi 70 í Miðvági - har WAAG Rental hevði høvuðsskrivstovu í 2018.

Til ber at senda fyrispurningar um bilaleigu og at lesa meira um Faris Car Rental á www.faris.fo

Vit ynskja við hesum at takka øllum okkara viðskiftafólki, fyri tað góða samstarv vit hava havt, ta tíðina WAAG hevur leiga bilar út í Havn og í Miðvági.

Nýggjastu tíðindi

WAAG umboðar: