Tá tú keypir ein nýggjan bil frá okkum, ber nú eisini til at keypa ein WAAG+ Viðlíkahaldspakka - sum ískoyti til bilin. Harvið fært tú ongar rokningar fyri viðlíkahald, fyrstu tvey árini. Við WAAG+ Viðlíkahaldspakkanum eru árlig eftirlit, oljuskift, peruskift, tøknuligar dagføringar og nógv annað íroknað.
WAAG+ Viðlíkahaldspakkin er galdandi til og við bilurin er 2 ár, og pakkin fylgir altíð við bilinum. Velur tú at selja bilin áðrenn hann er 2 ár, er pakkin við til at hækka søluvirði á bilinum. WAAG+ viðlíkahaldspakkin fæst í ymiskum støddum, soleiðis at pakkin hóskar júst til tín bil, og tú sleppur undan at gjalda ov nógv fyri tínar umvælingar.
Tá tú keypir ein WAAG+ Viðlíkahaldspakka, fært tú eisini eitt WAAG+ kort. Við WAAG+ kortinum fært tú avsláttur, tá tú keypir dekk, felgur og aðra orginala eykaútgerð til bilin, frá okkum. WAAG+ kortið er galdandi í 5 ár, frá tí degi, bilurin er skrásettur fyrstu ferð - tvs. í 3 ár eftir, at viðlíkahaldsavtalan er hildin uppat.
Tú fært nógvar fyrimunir við einum WAAG+ Viðlíkahaldspakka: Árlig eftirlit og oljuskift, perur v/skift, viskarar v/skift, sprinklaraløg v/áfylling, tøkniligar dagføringar, viðlíkahald av bremsum, leigubil í samband við árlig eftirlit, bilhjálp í Føroyum, og nógv annað. Við WAAG+ kortinum fært tú avsláttur, tá tú keypir dekk, felgur og aðra orginala eykaútgerð til bilin, frá okkum.
Kundi tú hugsað tær at hoyrt meira um hendan framúr møgulleikan, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við sølumenn okkara. Teir svara fegnir spurningum.