EFTIRLIT

Fyri at tryggja, at bilurin altíð koyrur sum hann skal og fyri at sleppa undan óneyðugum trupulleikum, vil bilframleiðarin hava bilin inn til reglulig eftirlit, har verkstaðið kannar bilin umvegis teldustýrdar eftirlitslistar frá framleiðarunum.

Eftirlitini eru ymisk, alt eftir hvussu nógv bilurin hevur koyrt og hvussu gamal bilurin er. Tað er bilframleiðarin, sum ger av, hvat verður kannað og møguliga skift út til hvørt eftirlit. Hvørt eftirlit verður skrásett á teldujournalinum hjá bilinum. 

Av tí at bilframleiðarar veita longri garanti enn keypilógin ásetir, hevur tað týdning at bilurin kemur til eftirlit, tá longda garantitíðin er treytað av, at eftirlitini verða hildin. Við at halda eftirlitini slepst eisini ofta undan óneyðugum útreiðslum eftir at garantitíðin er farin.

 

OLJUSKIFT

Tað hevur stóran týdning fyri livitíðina hjá motorinum, at tað altíð er nóg mikið av góðari motorolju á motorinum. Tí mæla vit okkara viðskiftafólki til regluliga at skifta motoroljuna, umframt regluliga at kanna oljustøðið á motorinum.

Vanliga mæla vit til at skifta motoroljuna fyri hvørjar 10.000 km., men koyrir tú færri enn 20.000 km. um árið, so mæla vit til at skifta motoroljuna hálva hvørt ár.

Smyrjievnini á motoroljuni farast skjótari um bilurin koyrir lítið - serliga tá tað bert verður til styttri túrar, har motorurin ikki verður heitur. Tá kunnu ymiskir bitlar hópast upp í oljuni, sum hava við sær, at oljan ikki smyr nóg væl. Bitlarnir verða brendir burtur aftur, tá ið motorurin verður heitur og koyrt verður longri túrar.

Tí er okkara tilmæli, at skifta motoroljuna hálva hvørt ár, um bilurin koyrir lítið ella færri enn 20.000 km. um árið.    

Umframt at skifta oljuna regluliga, so mæla vit eisini til at kanna oljustøðið á motorinum fyri t.d. hvørjar 1.000 km. 

Tú kannar oljustøðið soleiðis:
Motorurin skal vera heitur. Sløkk motorin og lat bilin standa í 5 minuttir. Tak oljupinnin úr motorinum, turka hann og set hann í aftur. Tak síðan oljupinnin úr aftur. Um oljustøðið tá liggur ímillum min. og maks. merkini á oljupinninum, er nóg mikið av motorolju á motorinum.  

 

 

 

 

 

 

Ynskir tú at bíleggja eina tíð til oljuskift, kanst tú gera tað HER, senda ein teldupost til verkstad@waagbilar.fo ella ringja tel. 31 36 66.

 

     

WAAG umboðar: