OLJUSKIFT

Tað hevur stóran týdning fyri livitíðina hjá motorinum, at tað altíð er nóg mikið av góðari motorolju á motorinum. Tí mæla vit okkara viðskiftafólki til regluliga at skifta motoroljuna, umframt regluliga at kanna oljustøðið á motorinum.

Vanliga mæla vit til at skifta motoroljuna fyri hvørjar 10.000 km., men koyrir tú færri enn 20.000 km. um árið, so mæla vit til at skifta motoroljuna hálva hvørt ár.

Smyrjievnini á motoroljuni farast skjótari um bilurin koyrir lítið - serliga tá tað bert verður til styttri túrar, har motorurin ikki verður heitur. Tá kunnu ymiskir bitlar hópast upp í oljuni, sum hava við sær, at oljan ikki smyr nóg væl. Bitlarnir verða brendir burtur aftur, tá ið motorurin verður heitur og koyrt verður longri túrar.

Tí er okkara tilmæli, at skifta motoroljuna hálva hvørt ár, um bilurin koyrir lítið ella færri enn 20.000 km. um árið.    

Umframt at skifta oljuna regluliga, so mæla vit eisini til at kanna oljustøðið á motorinum fyri t.d. hvørjar 1.000 km. 

Tú kannar oljustøðið soleiðis:
Motorurin skal vera heitur. Sløkk motorin og lat bilin standa í 5 minuttir. Tak oljupinnin úr motorinum, turka hann og set hann í aftur. Tak síðan oljupinnin úr aftur. Um oljustøðið tá liggur ímillum min. og maks. merkini á oljupinninum, er nóg mikið av motorolju á motorinum.  

Hevur tú spurningar ella ynskir tú at bíleggja eina tíð til oljuskift, kanst tú gera tað HER, senda ein teldupost til verkstad@waagbilar.fo ella ringja tel. 31 36 66.

 

     

WAAG umboðar: