EFTIRLIT

Fyri at tryggja, at bilurin altíð koyrur sum hann skal og fyri at sleppa undan óneyðugum trupulleikum, vil bilframleiðarin hava bilin inn til reglulig eftirlit, har verkstaðið kannar bilin umvegis teldustýrdar eftirlitslistar frá framleiðarunum.

Eftirlitini eru ymisk, alt eftir hvussu nógv bilurin hevur koyrt og hvussu gamal bilurin er. Tað er bilframleiðarin, sum ger av, hvat verður kannað og møguliga skift út til hvørt eftirlit. Hvørt eftirlit verður skrásett á teldujournalinum hjá bilinum. 

Av tí at bilframleiðarar veita longri garanti enn keypilógin ásetir, hevur tað týdning at bilurin kemur til eftirlit, tá longda garantitíðin er treytað av, at eftirlitini verða hildin. Við at halda eftirlitini slepst eisini ofta undan óneyðugum útreiðslum eftir at garantitíðin er farin.  

Hevur tú spurningar ella ynskir tú at bíleggja eina tíð til eftirlit, kanst tú gera tað HER, senda ein teldupost til verkstad@waagbilar.fo ella ringja tel. 31 36 66.

 

     

WAAG umboðar: