Á verkstaði okkara - á Hoyvíksvegi í Havn - hava vit alla serútgerð sum krevst, fyri at viðlíkahalda og umvæla tey bilmerkir vit umboða - bæði tá talan er um mekaniskt arbeiði, feilfinning, tøkniligar dagføringar, o.s.fr.

Skal bilurin á verkstað til árligt eftirlit, kanning ella umvæling, kanst tú ringja til okkum á tel. 31 36 66 ella senda okkum ein fyrispurning her, og vit venda aftur, við eini tíð, sum skjótast.

 

 

 

 

LEIGA EIN BIL

Hevur tú tørv á at leiga ein bil, meðan tín bilur er á verkstað? Vit hava leigubilar fyri 199 kr. um dagin. Harumframt ber til at keypa eyka trygging, fyri 100 kr. um dagin. Okkara starvsfólk á verkstaðnum vegleiða fegin um treytir o.a., sum eru galdandi, viðv. okkara leigubilum.

Minst til at boða verkstaðnum frá í góðari tíð, um tú ynskir ein leigubil, meðan tín bilur er á verkstað.

 

VIÐLÍKAHALD OG GARANTI

Fyri at tryggja, at bilurin altíð koyrur sum hann skal og fyri at sleppa undan óneyðugum trupulleikum, vil bilframleiðarin hava bilin inn til reglulig eftirlit, har verkstaðið kannar bilin umvegis teldustýrdar eftirlitslistar frá framleiðarunum.

Eftirlitini eru ymisk - alt eftir hvussu nógv bilurin hevur koyrt og hvussu gamal bilurin er - og tað er bilframleiðarin, sum ger av, hvat verður kannað og møguliga skift út til hvørt eftirlit. Hvørt eftirlit verður skrásett á teldujournalinum hjá bilinum. 

Av tí at bilframleiðarar veita longri garanti enn keypilógin ásetir, hevur tað týdning at bilurin kemur til eftirlit, tá longda garantitíðin er treytað av, at eftirlitini verða hildin. Við at halda eftirlitini slepst eisini ofta undan óneyðugum útreiðslum eftir at garantitíðin er farin.

Tað er ymiskt, hvussu langt garanti ymisku bilarnir hava - bæði tá talan er um mekaniskt garanti, rustgaranti og battarí garanti. Hevur tú spurningar viðv. garanti á tínum bili, kanst tú altíð seta teg í samband við starvsfólk okkara á verkstaðnum, og fáa teir upplýsingar tú ynskir.  

Eisini ber til at lesa meira um garanti her:   RENAULT    DACIA    HYUNDAI    MERCEDES-BENZ    MITSUBISHI    

Um tú ynskir tað, ber til at keypa longt garanti til tín bil. Alt eftir hvat merki og modell bilurin er, skal hetta gerðast áðrenn tað mekaniska garantiði gongur út ella áðrenn bilurin verður eitt ár. Hevur tú spurningar um longt garanti, ert tú vælkomin at seta teg í samband við starvsfólk okkara á verkstaðnum ella á søludeildini.

 

HER ERU VIT

Mekaniska verkstaðið heldur til í bygninginum hjá WAAG á Hoyvíksvegi 63 í Havn - beint yvirav Posta.

 

WAAG umboðar: