WAAG er ein av størstu bilasølum í landinum, og hjá okkum starvast áleið 35 fólk í alt. Á Hoyvíksvgi 63 hava vit bilasølu, goymslu, verkstað, klárgering og umsiting´og á Hjalla 22 hava vit stórt dekk- og plátuverkstað.
Hesi størv eru leys í løtuni:
STARVSFÓLK OG LÆRLINGUR TIL GOYMSLUNA.
Vit søkja eftir einum starvsfólki til goymsluna at byrja sum skjótast. Talan er um eitt fulltíðarstarv sum verður lønt sambært avtalu - alt eftir útbúgving og royndum.
Vit søkja eisini eftir einum lærlingi til goymsluna at byrja sum skjótast. Útbúgvingin tekur millum 2 og 4 ár - alt eftir hvørja miðnámsútbúgving lærlingurin hevur frammanundan. Størsti parturin av útbúgvingini fer fram á goymsluni hjá okkum, men skúlagongd á Glasir er eisini bartur av útbúgvingini.
Hevur annað av hesum áhuga, kanst tú senda eina umsókn til torkil@waagbilar.fo. Hevur tú spurningar um starvið ella løruplássið, ert tú vælkomin at ringja til Torkil Lindenskov, goymsluleiðara, á telefon 563602.
KOM OG LÆR TIL BILSMIÐ.
Dámar tær at skrúva og dálka tær fingrarnar? Og ynskir tú at gerðast partur at eini vinnu, sum stendur á gáttuni til størstu broytina í nýggjari tíð, so er tað kanska júst tær vit leita eftir!
Hevur hetta áhuga, kanst tú senda eina umsókn til elin@waagbilar.fo. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Elin Christiansen, deildarstjóra, á telefon 214893.
Les meira um útbúgvingina á www.yrkisdepilin.fo
PLÁTUSMIÐUR
Í samband við vaksandi virksemi søkja vit eftir einum plátusmiði, til verkstaðið hjá okkum á Hjalla, at byrja skjótast tilber.
Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum verður lønt sambært avtalu.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Poul Jóhan Poulsen á el. 563604 ella senda eina umsókn til pjp@waagbilar.fo.
Allar umsóknir sum veða sendar okkum verður viðgjørd í trúnaði.