WAAG er bilasøla við framkomnum verkstaði, sum umboðar bilmerkini Hyundai, Renault, Dacia, Mercedes-Benz og Mitsubishi.
Upprunin til fyritøkuna er P/F Ivan Johansen, sum varð stovnað fyrst í 1970-árunum, men hesi seinastu árini hevur fyritøkan skift eigarar og ment seg til størstu bilasøluna í landinum. Tíðin var tí komin til at skifta samleika og at gera munandi moderniseringar av fyritøkuni.
Mánadagin 4. februar 2013 fekk fyritøkan navnið P/F WAAG, og lat í nýggjum og stásiligum hølum á Hoyvíksvegi 63, júst á sama stað, sum fyritøkan helt til áður.
Umframt bilasølu og verkstað, hevur WAAG eina eykalutagoymslu, sum veitir alskyns billutir - bøði til vinnuna og til privat. Harumframt hevur WAAG eitt stórt og framkomið Dekk- og Plátuverkstað á Hjalla í Hoyvík.
Tað starvast áleið 35 fólk fast hjá WAAG, og WAAG arbeiðir áhaldandi við at menna fyritøkuna til tey krøv, ið nútíðin og kundarnir seta til tænastuna frá okkum.
VIRKISKUNNING
P/F WAAG
Hoyvíksvegur 63
Postboks 3205
FO-110 Tórshavn
Tlf: +298 313666
Teldupostur: waag@waagbilar.fo
V-tal: 555 908
Bankakonti
Betri: 9181 275.492.6 / Bank Nordik: 6460 159.412.7