PLÁTUVERKSTAÐUR

WAAG hevur eitt framkomið plátu- og lakkverkstað, sum kann umvæla skaðar á øllum bilmerkjum.

Et talan um ein tryggingarskaða ber til at fáa skaðan sýnaðan týsdag ella hósdag.

Er bilurin tryggjaður hjá Betri skal bilurin vera á verkstaðnum ein av hesum døgum, frá kl. 8.00 til kl.13.00. Er bilurin tryggjaður hjá Trygd skal bilurin vera á verkstaðnum ein av hesum døgum, frá kl. 10.00 til kl. 14.00.

Tá talan er um ein tryggingarskaða er týdningarmikið at kundin hevur skaðanummar við tá bilurin verður sýnaður.

Er talan um ein lítlan skaða, kann eitt sonevnt myndasýn møguliga gerðast. Hesi vera vanliga gjørd beinavegin, og nýtist bilurin tá ikki at vera verandi á verkstaðnum.

Eftir at eitt sýn er gjørt, verður bilurin sum oftast latin kundanum aftur, og fær kundin eina nýggja tíð til at fáa skaðan gjørdan. Hetta avhongur av um deilir skulu bíleggjast o.a.

Skalt tú hava ein skaða sýnaðan ella hava bilin á plátuverkstað kanst tú ringja til Plátuverkstaðið á tel. 613666 ella til Martin D. Simonsen, verkførara, á tel. 584146 ella senda honum ein teldupost á martin@waagbilar.fo. 

VIT HAVA OPIÐ:
Mána- til fríggjadag frá 8.00 til 17.00.

 

 

WAAG umboðar: