Space Star

bilasida

 

Meira um bilin

Príslisti

Tekniske specifikationer

(Prísirnir í tekniske specifikationer eru danskir, og tí ikki eftirfarandi)

Mitsubishi.dk

EIN LÍTIL BILUR VIÐ NÓGVARI ÚTGERÐ

Space Star fæst í trimum útgávum - Inform, Inlead og Instyle - og við útgerð sum tokulyktir framman, LED lyktir aftan, regnsensorar, el-síðuspegl v/varma og blinkljósi, klimaskipan, lyklafríð atgongd og START/STOP knøtti, leðurróður v/multifunku, hita í setrum framman, radio v/MP3, fløguspælara, Bluetooth, navigatión, Apple CarPlay og Androir Auto v.m. ber til at velja júst ta útgávuna sum hóskar best til tín tørv.

Space Star fekk í 2016 eitt sokallað "Facelift", sum gjørdi bilin meira smartan og tíðarhóskadni, bæði innan og uttan.

Hóðast talan er um ein lítlan bil, er nógv orka løgd í at fáa sum mest burturúr plássinum innan, og tykist bilurin tí vera sera rúmligur. Eisini ber til at leggja setrini aftan niður, soleiðis at viðførisrúmið gerst enn størri.

Mitsubishi hevur eisini lagt nógva orku í trygdina hjá Space Star. Umframt sjálva konstruktiónina, gera Hill Start Assist, nýggjasta tøknin innan bremsuskipanir, startsperra, front, síðu- og gardinu SRS airbags, TPMS dekktrýstskipan, IsoFix v.m. bilin enn tryggari.

Space Star fæst við tveimum ymiskum motorum; 1.0 71 Hk og 1.2 80 Hk, sum koyra ávikavist 25 og 24,4 km pr. liturin. Báir motorar lúka tey Euro-6 krøv, sum ES steur í samband við nitrogenoxider (NOx) og partiklar (PA) útlát.

Mitsubishi veitur 5 ára garanti, tá tú keypur ein nýggjan Space Star.

Hevur tú spurningar um bilin, sum ikki vera svaraðir á hesu síðu, ella kundi tú hugsað tær at roynt bilin, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Samband

Hevur tú fyrispurningar ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkara sølumenn.

 

Finn Baldvinson

Søluleiðari

Tel. 36 36 67
Fartel. 28 36 66
Teldupostur. finn@waagbilar.fo

Vinjard Johansen

Sølumaður

Tel. 36 36 71
Fartel. 22 78 21
Teldupostur. vinjard@waagbilar.fo

WAAG umboðar: