C3

bilasida

Meira um bilin

Príslisti

Tekniske specifikationer

(Prísirnir í tekniske specifikationer eru danskir, og tí ikki eftirfarandi)

Citroen.dk

EIN LÍTIL BILUR VIÐ HÓPIN AV GÓÐUM EGINLEIKUM

Citroën C3 er ein lítil bilur við hópin av góðum eginleikum. Bilurin fæst í trimum útgávum: Attraction og Seduction - og nú eisini sum Upgrade.

Við útgerð sum hita í forsetrum, radio við MP3-spælara og Jack Stik, air-condition, armlen millum forsetur, tokulyktir framman, Zenith forrút og el-rútum framman ber til at velja júst ta útgávuna, sum passar best til tín tørv.

Hóðast bilurin ikki er stórur at síggja til, er gott pláss inni í bilinum - bæði framman og aftan. Eisini heuvr bilurin eitt rúmligt viðførisrúm, sum rúmar heilar 300 litrar. Rygglenini á setrum aftan kunnu leggjast niður, soleiðis at enn meira pláss er til viðføri aftan í bilinum.

Ein samanrenning av nýggjastu motortøkni og lágari vekt ger at bilurin kann koyra omanfyri 30 km pr liturin og hevur eitt CO2 útláti heilt niður í 87 g/km.

Bilurin er útgjørdur við seks air-bags og ASB, EBD og EBA bremsuskipanum sum standardútgerð. Eisini hevur bilurin IsoFix á setrum aftan, umframt at elektronisk barnasikring av rútum og hurðum aftan fæst sum eykaútgerð.

 

Samband

Hevur tú fyrispurningar ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkara sølumenn.

 

Finn Baldvinson

Søluleiðari

Tel. 36 36 67
Fartel. 28 36 66
Teldupostur. finn@waagbilar.fo

Vinjard Johansen

Sølumaður

Tel. 36 36 71
Fartel. 22 78 21
Teldupostur. vinjard@waagbilar.fo

WAAG umboðar: