26.01.2017

Mitsubishi 100 ár

Mitsubishi 100 ár

Tað er í ár liðin 100 ár síðan Mitsubishi sendi sín fyrsta bil á gøtuna. Talan var um Model A, sum eisini var fyrsti bilurin sum bleiv hópframleiddur í Japan.

Við fýra hurðum og pláss fyri sjey persónum, kundi hesin bakhjólstrekti bilurin koyra upp til 97 km/t. Bilurin var ein sokallaður luksusbilur, sum var ætlaður tí sonevndu japansku elituni.

Fyrsti Model A varð framleiddur í 1917 og fram til 1921 vóru 22 av hesum bilinum framleiddir.

Bilframleiðslan hjá Mitsubishi er ment nógv síðan 1917 og Mitsubishi telist í dag millum fremstu bilframleiðarir í heiminum.

Umframt ASX - sum varð mest seldi bilur í Føroyum í 2016 - framleiður Mitsubishi í dag modellini SpaceStar, Outlander, Pajero og L200 til okkara marknað.

2017 verður óiva eitt spennandi ár hjá Mitsibishi, sum longu í mars fer at sýna fram ein spildur nýggjan SUV á bilmessuni Geneve Motorshow.

Nýggjastu tíðindi

WAAG umboðar: