24. juni 2020

Leyst starv

Leyst starv

UM TÚ HEVUR ROYNDIR INNAN BILVINNUNA, ELLA TÚ KUNDI HUGSAÐ TÆR AT ROYNT OKKURT NÝTT, HEVUR IKKI TÝDNING FYRI OKKUM.

Tað sum hevur tydning er, at tú ynskir at átka tær ábyrgd av bilverkstaðnum, hjá størstu bilasølu í
landinum.

Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum verður lønt sambart avtalu. 

Áleið 17 fólk starvast til dagliga á verkstaðnum hjá WAAG. WAAG er góðkent Renault, Dacia, Mercedes-Benz og Mitsubishi verkstað. Harumframt hevur WAAG stórt dekk- verkstað á Hjalla, og umboðar WAAG dekkmerkini Vredestein og Apollo. 

Sum verkførari hevur tú ábyrgd av dagliga rakstrinum av verkstaðnum á Hoyvíksvegi og á Hjalla. Tú verður við til at menna og betra um mannagongdir á verkstaðnum, soleiðis at vit framhaldandi kunnu veita kundum okkara ta góðu tænastu, sum krevst av okkum. Samskiftið og planlegging – við starvsfelagaðar, veitarar, kundar, o.a. – er ein týðandi partur av arbeiðsuppgávuni.

Vit leita eftir einum starvsfelaga sum er røkin, nærlagdur og tænastusinnaður. Tú skalt hava góð samstarvsevnir, vera før/ur fyri at taka avgerðir og kunna hava nógvar bóltar í luftini í senn.

Ongin ávís útbúgving er kravd.

Hevur tú spurningar e.l., eru tú vælkomin at seta teg í samband við Elin Christiansen, deildarstjóra hjá WAAG á tel. 214893 ella á teldupost elin@waagbilar.fo.

Umsókn, saman við CV oø., kann sendast til elin@waagbilar.fo. Freistin at søkja starvið er 13. Juli 2020 og ynskiligt er at tann ið settur verður kann byrja 3. August 2020.

Allir umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.

Nýggjastu tíðindi

WAAG umboðar: