Lærling til skrivstovuna

Vit søkja eftir lærlingi til skrivstovuna hjá okkum, at byrja skjótast tilber.
Hevur tú hug at koma í læru á skrivstovuni hjá størstu bilasølu í landinum, so hevur tú møguleikan nú.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt lærupláss í einari fyritøku í stórari menning og sum er í fremstu røð innan sítt øki í Føroyum. Vit bjóða góðar og væl skipaðar arbeiðsumstøðir, og tú kemur at arbeiða saman við uml. 30 ørðum glaðum starvsfeløgum.
Vit vænta
Vit vænta, at tú ert røkin, ábyrgdarfull/ur, hevur góð samstarvsevni og tekur ímóti og sær nýggjar arbeiðsuppgávur sum spennandi avbjóðingar. Harumframt vænta vit at tú dugir væl at samstarva og samskifta við onnur og kann arbeiða sjálvstøðugt.
Setanar- og lønarviðurskifti
Vit ynskja at tú byrjar skjótast gjørligt og sum lærlingur verður tú lønt/ur eftir sáttmálanum millum S&K og FAG.
Um hetta hevur tín áhuga kann umsókn saman við prógvum, møguligum viðmælum og øðrum viðkomandi upplýsingum sendast til elin@waagbilar.fo í seinasta lagi mánadagin 19. mars 2018.
Hevur tú spurningar ert tú altíð vælkomin at ringja til Elin
Christiansen, deildarstjóra, á tel. 214893.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær...
Nýggjastu tíðindi
- WAAG UMBOÐAR NÚ HYUNDAI 6. mars 2018
- Black Friday 6. mars 2018
- Bjørg og Fríði útlærd 6. mars 2018
- Starvsfólk til verkstaðið á Hjalla 6. mars 2018
- Nýggi CAPTUR SUV heimkomin 6. mars 2018
- Opið leygardagin 6. mars 2018
- A-Klassin Sedan 6. mars 2018
- Leys størv 6. mars 2018
- Krisjan útlærdur 6. mars 2018
- Heri og Eliesar útlærdir 6. mars 2018
- WAAG Rental 6. mars 2018
- Bilar til LFB 6. mars 2018
- Brúktbilaútsøla 6. mars 2018
- Lærling til skrivstovuna 6. mars 2018
- Tórur útlærdur 6. mars 2018
- Dekk- & Plátuverkstaður 6. mars 2018
- WAAG Leigubilar í Miðvági 6. mars 2018
- Gekkabilurin 6. mars 2018
- Hjørtur útlærdur 6. mars 2018
- Gekkabilurin 6. mars 2018
- Lærlingur til goymsluna 6. mars 2018
- WAAG stuðlar Rescue Lív 6. mars 2018
- WAAG í vágunum 6. mars 2018
- Órógv á skipanini 6. mars 2018
- Mitsubishi 100 ár 6. mars 2018
- Gekkabilurin handaður 6. mars 2018
- ASX mest seldi bilur í 2016 6. mars 2018
- Stongt millum jól og nýggjár 6. mars 2018
- Nýggja heimasíðu 6. mars 2018
- Marco Polo aftur á goymslu 6. mars 2018
- Starvsfólk til Hjalla 6. mars 2018
WAAG umboðar:



