26.01.2022

Kosin vakrasti bilur

Kosin vakrasti bilur

Renault fekk ikki minni enn tvær virðislønir tá altjóða virðislønahandanin Festivale Automobile International - har dentur verður lagdur á skapandi evni og framskygdar verkætlanir í bilvinnuni - var í París herfyri. 

Renault 5 gjørdist annar vinnarin hjá Renault, og við heili 70% av stemmunum, var hann kosin ”Most Beautyful Concept Car”.

Nýggj Renault 5 er ein umafturtulking av klassiska Renault 5 bilinum, sum í ár kann hátíðarhalda 50 ár á baki.
Nýggja Renault 5 - sum sjálvandi er ein reinur EL bilur - kemur væntandi á marknaðin í 2024.


Renault SUITE N°4 fekk ein serligan heiður, sum verður latin einum bili, persóni ella fyritøku, sum dómaranevndin heldur vera serliga áhugavert. Renault SUITE N°4 er ein sonevndur konceptbilur, sum er útslitið av samstarvi millum Renault og franska sniðgevan Mathieu Lehanneur.

Gamli Renault 5 og nýggi Renault 5.

Nýggjastu tíðindi

WAAG umboðar: