11.05.2023

IONIQ 6 ÁVEGIS

IONIQ 6 ÁVEGIS

Teir fyrstu Hyundai IONIQ 6 bilarnir eru nú ávegis, og vera væntandi heima í Føroyum mitt í juni. Bilurin hevur fingið sera nógva umtælu seinastu tíðina og umframt at hava vunnið heiður sum World Car of the Year og World Eelctric Vehicle 2023, fær hann eisini 5 stjørnur í altjóða EURO NCAP trygdarprøvanum.

IONIQ 6 koyrir upp til 614 km pr. løðingina og 800 volt-tøknin ger at hann kann løða upp til 351 km upp á bara 15 minuttir.  

Tá tað kemur til snið er IONIQ 6 eisini nakað heilt fyri seg, og hevur hann m.a. vunnið heiður sum World Car Design of the Year 2023.

Bilurin kann roynast hjá WAAG frá seinnu helvt av juni. Tá vera prísir, útgerðslistar o.a. eisini tøkt.

 

Les meira um IONIQ 6 HER

Nýggjastu tíðindi

WAAG umboðar: