Bilgaranti verða vanliga býtt upp í mekaniskt garanti og rustgaranti.
Renault og Mercedes-Benz veita 2 ára mekaniskt garanti, meðan Mitsubishi veitir 5 ára mekaniskt garanti. Tá ið tað kemur til rustgaranti, veita bæði Renault og Mitsubishi 3 ára garanti og Mercedes-Benz veitir 30 ára rustgaranti.
Hetta eru longri garantitíðir enn keypilógin ásetir. Longda garantitíðin er tó treytað av, at eftirlitini, sum bilframleiðarin ásetir, verða hildin. Eftirlitini verða ásett eftir, hvussu gamal bilurin er og nógv bilurin koyrir, og í miðal verður tað til eitt eftirlit um árið. Flestu bilar gera sjálvir vart við, tá ið teir skulu til eftirlit.
Hevur tú spurningar viðv. garantiði kanst tú seta teg í samband við Eliesar Eið á teldupost eliesar@waagbilar.fo.