WAAG hevur eitt framkomið mekaniskt bilverkstað - á Hoyvíksvegi í Havn - við væl útbúnum fólki, testarum og seramboðum til bilmerkini vit umboða. Mekanikarar og teknikarar eru á regluligum skeiðum, soleiðis at teir altíð hava dagførda vitan um okkara bilmerki. Skalt tú hava fatur á mekaniska verkstaðnum hjá WAAG ber til at ringja beinleiðis á tel. 363668 ella 363669. 

WAAG hevur eisini eitt stórt dekk- og plátuverkstað - á Sandvíkarhjalla i Hoyvík. WAAG umboðar dekkmerkini Vredestein og Apollo. Á Hjalla er stór dekkgoymsla, og eiga vit tí dekk á goymslu, til nærum allar bilar. Plátuverkstaðið ger alskyns plátu- og lakkumvælingar, á øll bilmerkir - bæði tá talan er um tryggingarskaðar og æðrar skaðar. Skalt tú hava fatur á dekk- ella plátuverkstaðnum hjá WAAG á Hjalla ber til at ringja á tel. 613666.

Vit arbeiða áhaldandi við at menna og halda eitt høgt tænastustøði á verkstøðum okkara.

VERKSTAÐIÐ ER OPIÐ:
Mána- til fríggjadag frá 8.00 til 16.10.

WAAG umboðar: