15.11.2018

Bilar til LFB

Bilar til LFB

Vit høvdu í dag gleðina av at handa tríggjar nýggjar bilar til Landsfelagið fyri Bjargingarfeløgini (LFB). Talan er um ein Mitsubishi L200 - sum verður knýttur at Bjargingarfelag Sandoyar Sýslu (BSS), ein Mitsubishi L200 - sum verður knýttur at Havnar Bjargingarfelag (HBF) og ein Mitsubishi Outlander - sum verður knýttur at Rescue Lív.

Landsfelagið fyri Bjargingarfeløgini hátíðarheldur í dag 43 ára stovningardag. Í hesum sambandi var eitt innslag í Degi og Viku í kvøld. Innslagið kann síggjast HER.

Vit ynskja LBF hjartaliga til lukku við ársdegnum, og vóna at bilarnir fara at roynast teimum væl.

Á myndini síggjast umboð frá LBF, BSS, HBF og Rescue Lív.

Nýggjastu tíðindi

WAAG umboðar: